Ike Turner deyður

Amerikanska rockhetjan og undangongumaðurin, Ike Turner, er deyður, 76 ára gamal, Tey flestu minnast hann óivað best sum harðligi húsbóndin hjá Tinu Turner Ike Turner, sum var managari og maður Tinu Turner, doyði í morgun í heimi sínum. Deyðsorsøkin er ikki almenn.

Ike Turner nevndi, lítillátin sum hann var, seg sjálvan fyri The Father Of Rock & Roll. Hann verður mettur sum ein av heilt stóru undangongumonnunum innan rocktónleik, og hevur eisini heiðurin fyri at hava skrivað heimsins fyrsta rocksang.

Eftirmælið hevur tó staðið í skugganum av ímyndini av manninum, sum vann sær fyrimunir av og fór harðliga við Tinu Turner.

Tey giftust í 1962 og gjørdust kent tónleikapar undir navninum Ike & Tina. Størsta hitt teirra var óivað teirra útgáva av Proud Mary.

Tina hevur skuldsett rúsdrekkamisnýtaran Ike fyri at hava verið ein sera harðligur húsbóndi og hjúnarskilnaður teirra var í 1978, skrivar Ekstrablaðið.