IKEA spælikøkur fingið nýtt lív

Av øllum leikum í húsinum hjá okkum er spælikøkurin nokk tað, sum míni børn hava spælt mest við. Helst eru tað fleiri, sum eiga henda fitta spælikøkin frá IKEA, og hann er faktiskt rættiliga flottur, sum hann er. Men, eg elski at umvæla og broyta ting, so eg havi leingi glett meg til at fara í holt við at endurnýggja henda fitta spælikøk.

  1. Av tí, at eg valdi at mála ein lit á ovara part av køkinum og ein annan lit á niðara part, so tók eg bara ovara partin av og skrúvaði eisini borðplátuna av. Eg tók vaskið, kókiplátur og kranan úr og skrúvaði handtøkini og skápshurðarnar av.

  2. So fór eg í holt við at pussa allar flaturnar eitt sindur við sandpappíri, so málingin skuldi hefta betur. Eg brúkti eitt miðalfínt sandpappír, so tað ikki bleiv so ruflut. Eg gav eisini krananum, vaskinum og kantunum á kókiplátunum ein lítlan umgang við sandpappírinum.

  3. Síðan vaskaði eg alt støvið frá sandpappírinum væl av køkinum. Eg koyrdi málaraklistur á, har eg ikki vildi, at máling skuldi koma á - plastikkið á skápshurðunum, tað svarta á kókiplátunum, á ”rørið”, har krókarnir hanga og onkrastaðni inni í skápunum eisini. Eg málaði bara botnin og síðurnar inni í skápunum. 

  4. Eg málaði alt tvær ferðir og okkurt tríggjar ferðir, eitt nú borðplátuna og hillarnar við síðuna av ovninum (ella er hatta ein mikroovnur?). Til kranan, vaskið og kantarnar á kókiplátunum brúkti eg spreiðmáling og gav hesum tríggjar umgangir við máling. Hevði eg gjørt tað umaftur, hevði eg keypt okkurt slag av spreið, sum kundi forsegla, so tað helt betur.

  5. Upprunaliga ætlaði eg at spreiðmála handtøkini hvít, men eg droppaði tað. Eg endaði við at keypa eina leðurreim frá 2x3 og nakrar fittar gullseymir at hefta tað við. Eg klipti reimina eitt sindur longri, enn sjálvt handtakið var, so hon kundi boyggjast, og tað bar til at taka um hana og lata skápini upp. Eg brúkti fýra seymir til hvørt handtak og royndi at goyma holini, har upprunaligu handtøkini vóru.

  6. At enda skrúvaði eg alt saman aftur – væl at merkja, tá alt var væl og virðiliga tornað. Og tadaa – ein nýggjur spælikøkur.

##med2##

EG HAVI BRÚKT: 

  • DUGTIG spælikøk frá IKEA  
  • Miðalfínt sandpappír (P240) 
  • Máling frá Jotun Lady (Cashmere 10683, matt, 10) frá Colorama 
  • Hvíta máling frá Colorama (hálvblankt 40) 
  • Hvíta spreiðmáling frá Colorama (Quick universal spray) 
  • Málaraklistur 
  • Tveir smáar penslar
  • Lítla málingarrullu
  • Leðurreim frá 2x3
  • Gullseymir frá 2x3
  • Hamara
  • Skrúvublað
    ##med3##
    Børnini í húsinum eru ovurfegin og spæla við køkin sum ongantíð fyrr. Vit fáa kaffimunn og ein døgurðabita í heilum úr nýggja køkinum. Tað er nokk ikki bara hjá mammuni, at broyting frøir! Nógvur íblástur og sokallað IKEA-hack til henda køkin er at finna á pinterest, um tú skrivar ’IKEA DUGTIG hack’. 

Instagram @justinussenhome