- Ikki Brasilia móti Føroyum

Í morgin fær Vejle vitjan av danska risanum FC Keypmannahavn í fremstu donsku fótbóltsdeildini. Jimmy Nielsen, sum verjir málið hjá heimaliðnum, sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at munurin á liðunum ikki er ovurhondsstórur.

- Sjálvandi trúgva vit, at vit kunnu vinna dystin. Og tað er líkamikið, hvørjum vit spæla ímóti. Tað er hóast alt ikki Brasilia og Føroyar sum møtast, men tvey lið í somu deild, sigur Jimmy Nielsen.