TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøða, sum in.fo/Rás2 hevur gjørt við serfrøðingin innan landsliðsfótbólt, Ivan Eginsson Eysturland um søguna hjá lettlendska landsliðnum.
Ivan Eginsson Eysturland heldur, at núverandi ættarlið á lettlendska landsliðnum er langt burtur frá støðinum, sum lettlendska landsliðið vísti fyrst í hesari øldini, tá teir vunnu seg í EM-endaspælið, sum var í Portugal á sumri í 2004.
Ivan Eginsson Eysturland heldur, at javnleikur í dystinum millum Lettland og Føroyar á Skonto leikvøllinum í Riga í kvøld er eitt rættiliga sannlíkt úrslit.
Tróndur Arge sigur frá HM-undankappingardystinum millum Lettland og Føroyar á Rás2. Dysturin byrjar klokkan 19.45.