Ikki felags ríkisborgararætt

Í útgangsstøðinum verður føroyskur ríkisborgararættur skipaður, tá Føroyar gerast fullveldi, sigur sjálvstýrismálaráðharrin í svari til fyrispurning

ÓLAVUR Í BEITI


Heðin Mortensen, løgtingsmaður, setti Høgna Hoydal tveir spurningar, har tann fyrri er um ríkisborgararættin hjá føroyingum, um so verður, at Føroyar gerast fullveldi, og hin er um, hvat ítøkiligt landsstýrið ætlar at gera, fyri at føroyskir sjómenn ikki skulu missa rættindini til at sigla sum skiparar í danska handilsflotanum, um føroyingar missa danska ríkisborgararættin?


Eingin rættarvenja

Í svarinum til fyrra spurningin, sigur Høgni Hoydal, at í útgangsstøðinum verður føroyskur ríkisborgararættur skipaður, tá Føroyar gerast fullveldi.

? Ongin sjálvsøgd rættarvenja er tó fyri, hvussu ríkisborgaraspurningurin meira neyvt verður skipaður, tá lond fáa fullveldi. Tí hevur tað ógvuliga lítla meining at siga nakað meira neyvt um, hvussu viðurskiftini vera á júst hesum økinum, ella á onkrum øðrum øki.

? Málið hjá samgongu og landsstýri hevur ikki verið at fáa felags ríkisborgararætt, men at vit skulu hava sínámillum javnbjóðis rættindi í tjóðskapi á flestøllum økjum, eisini hesum. Undir samráðingunum annan mai, vísti danska stjórnin til norðurlendsku sáttmálarnar, men segði seg sinnaða at finna loysnir sum ganga longur, á ávísum økjum, m. a. á hesum økinum, svarar Høgni Hoydal.


Eingin broyting

Viðvíkjandi seinna spurninginum, sigur sjálvstýrismálaráðharrin, at gongst sum landsstýrið ætlar, verður ikki nøkur broyting í hesum rættindum, tí hetta verður fevnt av ásetingini um javnbjóðis rættindi í tjóðskapi.

? Tá ið samráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina eru komnar longur áleiðis, verður sjálvsagt greitt, hvussu hesi viðurskifti kunnu skipast, og landsstýrið ynskir, at føroyskir sjómenn skulu hava trygg viðurskifti at útinna sítt starv. Tá eitt sáttmálauppskot er liðugt og góðkent millum partarnar, verður gjørligt hjá løgtinginum og øllum veljarum at taka støðu til úrslitið, sigur Høgni Hoydal m.a. í svari sínum til Heðin Mortensen.