Ikki fleiri rættleiðingar til Hans Paula Strøm

Hergeir Nielsen
????
Tá rættleiðingar ikki rína við landsstýrismannin, skal eg vara meg við at koma við fleiri av slagnum.
Seinasta frágreiðing løgtingsgrannskoðaranna var fyri árið 2003, og tá ár fylgir ári, verður landsstýrismaðurin 2004 sjálvandi drigin inn í viðgerðina eisini.
Náttúrligt er, at sitandi landsstýrismaður fylgir gongdini á málsøkinum, har undanmaðurin slepti, men tá at hann alment tók sær heiðurin fyri øllum framabrotum á økinum, helt eg eina rættleiðing vera viðkomandi.
Tá landsstýrismaðurin hevur so mong onnur mistøkini at dragast við í hesum døgum, er einki at siga til, at hann eisini mistekur seg, tá ið hann í einari rættleiðing kunnar almenningin um, at bygdamaður og samgongufelagið hansara er formaður í løgtingsins grannskoðaranevnd.