Tjóðartingið í Honduras hevur við stórum meiriluta felt eitt uppskot um at seta tann frákoyrda forsetan, Manuel Zelaya, aftur í embætið og at lata hann røkja tað, til hansara forsetaskeið endar tann 27. januar.
Manuel Zelaya bleiv koyrdur frá tann 28. juni og sendur av landinum. Herfyri var forsetaval, og tá misti Zelaya embætið.
Fleiri lond, teirra millum Brasil og Venesuela, hava mælt nýggja stýrinum í Honduras til at lata Manuel Zelaya sita forsetaskeiðið út, men tað vil tjóðartingið ikki.
Úrslitið er kanska løgið, tá havt verður í huga, at flokkurin hjá Zelaya hevur meiriluta í tinginum. Men hansara vinir eru helst ikki vinir hansara longur.