Eitt stig er sjálvandi betri enn einki stig. Men tað hilnaðist ikki so væl hjá FC Amager, sum tað varð vónað undan vitjanini seinnapartin av Skive.
Úrslitið var 2-2, sum eisini var hálvleiksstøðan. Skive var frammanfyri bæði 1-0 og 2-1.
Í FC Amager høvdu teir vónað, at tað fór at eydnast at vinna øll trý stigini og harvið at leggja meiri sjógv millum niðurflytingarstrikuna og felagið, men tað eydnaðist ikki. Tað er framvegis stutt frá niðurflytingarstrikuni og upp til FCA.