Saman við spælarum sínum mátti Claus Rasmussen standa sum áskoðari til fagnaðin hinumegin miðlinjuna, har Neistin og fjepparar teirra fagnaðust um FM-gullið.
Men hóast vónbrotið, so var Claus Rasmussen skjótur at ásanna, at árið í ár ikki skuldi verða teirra ár.
- Vit mugu bara ásanna, at vit ikki raktu dagin. Og tað kundi verið líkt til, at liðið ikki er nóg væl fyri til slíkar dystir. So mentalt hava vit nakað at arbeiða við til næsta ár, segði Claus Rasmussen í løtuni eftir dystin.
- Men eg eri keddur um, at vit bara skora 21 mál í dag. Tað er for lítið og er snøgt sagt ikki nóg gott.
Men spælið var kanska heldur ikki so gott í dag, sum tað kann verða frá hesum báðum liðunum?
- Tað koyrir for tungt. Vit ivast á vøllinum, og vit gera ikki arbeiðið liðugt, soleiðis sum vit ætlaðu. Og tað er eitt sindur keðiligt.
Ov nógvir lættir dystir
Ein vansi hjá StÍF hevur helst verið, at liðið í nógvar vikur var púrasta víst í finalusessinum. Spurningurin var bara, um tað var Neistin ella Kyndil, sum skuldi verða mótstøðuliðið, og tað heldur Claus Rasmussen eisini hevur ávirkað hansara menn.
- Tað hevur tað heilt víst. Onkran dyst nú móti endanum vunnu vit eini 43-19, og tí hava vit ikki verið uppi í nóg stórum tempo seinastu tíðina. Og so er tað trupult at umstilla teg til knappliga at spæla móti einum liði, sum vil spæla hondbólt og sum vil vinna. Og tað megnaðu vit ikki.
Tað slepst ikki undan, at Claus eisini eigur sín lítla lut í gullinum hjá Neistanum. Bæði í fjør og í fyrraárið var hann venjari hjá einum ungum Neista-liði, og ætlanin var alla tíðina, at tað arbeiðið skuldi geva úrslit í ár.
Men sjálvur vildi Claus tó ikki taka nakað av heiðirinum frá Inga Olsen, sum er venjari hjá Neistanum.
- Neistin hevur gjørt tað gott. Teir hava arbeitt ótrúliga hart saman við Inga, og tað er hetta arbeiðið, sum hevur borið teir á mál. Men tað er sjálvandi stuttligt hjá mær at síggja, at fleiri av spælarunum, sum eg vandi í tvey ár, nú eru við hjá meistarunum, sigur Claus Rasmussen.