Men uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Kaja Kallas, heldur ikki, at limalondini eru til reiðar at geva Ukraina eina ítøkiliga dagfesting fyri, nær krígsrakta landið kann melda seg in.
Tað segði hon í dag, sambært tíðindastovuni Reuters.
Ukraina søkti um ES-limaskap seinast í februar 2022 - nakrar dagar eftir russisku innrásina. Ukraina hevur síðani status sum umsøkjaraland.
Í januar segði forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, at ES-limaskapur skal vera partur av trygdarváttanum eftir eina friðaravtalu.
Samstundis hevur Ungarn undir Viktor Orbán, forsætisráðharra, higartil blokerað Ukraina.
/Ritzau/











