Ikki kundi vantast annað frá spilliklútinum Jóhannes Nielsen

Í Dimmalætting 22. september 1999 oysir Jóannes Nielsen gor og gall yvir undirritaða. Men tað, ið hevur eyðkent Jóannes Nielsen er nevnliga hetta at hann altíð hevur spilt fólk út, ið ikki hava sama politiska lit sum hann sjálvur, serliga fakfelagsleiðarar hevur hann altíð spilt út, ongin hevur nyttað nakað, øll eru ónyttir.

Men hvat hevur Jóhannes Nielsen sjálvur fingið á skaftið, hvat hevur hann gjørt fyri okkara samfelag? Okkara verkafólk? Hvat hevur hann gjørt av fakfelagsarbeiði?

Jóhannes Nielsen er ikki verdur at spilla orð uppá, tí fari eg ikki at gera ov nógv av.

Hvar eg standi politiskt viðkemur hvørki Jóannes Nielsen ella øðrum. Men ógvuliga ilt hava hann og fleiri fingið í afturpartin av, at eg segði bart út, hvat eg meini um bæði fíggjarpolitikkin hjá samgonguni og hvønn hesin politikkur gongur út yvir, tá fullveldi verður. Men óansæð hvat hesir persónar halda, eisini tú Jóannes Nielsen, so ætli eg mær at skriva og siga hvat eg haldi um tað, sum gongur fyri seg í føroyskum politikki, eisini um eg sigi tað sama umaftur.

Og eitt afturat Jóannes Nielsen, eg skammist ikki av tí arbeiði eg havi gjørt í Føroya Arbeiðarafelag fyri limirnar, eg havi ikki bara spilt fólk út sum onkur, men roynt at gjørt eitt arbeiði. Um Jóhannes Nielsen heldur tað verða vánaligt leggi eg ikki so nógv í, tí hann er ikki limur í Føroya Arbeiðarafelag og hvussu leingi eg siti sum formaður avgera limirnir, ikki Jóhannes Nielsen.

Vit hava ongar kassar at gjøra út úr, til fólk ið ganga heima og brúka kjaft um onnur, í 2-3 ár fyri løn ið er almen.

Annars sigur eitt gamalt orðatak, at mangt broytist í mansins ævi, soleiðis eisini við komunistinum/sosialistinum Jóannes Nielsen, ið nú stuðlar borgarliga politikkinum hjá sitandi samgongu, ja so siga vit kommunistar/sosialistar Jóannesi Nielsen farvæl, har er onki at heinta.


Tórshavn tann, 27. september 1999

Ingeborg Vinther