Ikki landsins politikarar, men landsstýrið eigur ábyrgdina!

Í annars beinraknum tíðindaskrivi langar Vinnuhúsið eftir einari samlaðari politiskari skipan, heldur enn leggja ábyrgdina har hon eigur - hjá sitandi landsstýri. Partar av politisku skipanini ynskja nevniliga ikki at sleppa undan at taka ópopulerar avgerðir, men vilja nettupp gera neyðugar bygnaðarligar broytingar, soleiðis at landskassans inntøkur verða munandi meira stabilar.

Eitt er púra vist. Tjóðveldi, ynskir ikki at eiga allar minsta lut í tí vinnupolitikki, sum førdur verður av sitandi samgongu. Sum undirritaða eisini bar fram í sambandi við 1. viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2010, so er sera stór andsøgn ímillum tey málini, sum ymisk landsstýrisfólk profilera seg við í fjølmiðlunum, og so tann fíggjarpolitikk, sum stungin er í kortið.

Vit fáa at vita, at nógvir pengar eru settir av til at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland. Og vit fáa at vita, at arbeitt verður við at minka ferðaseðlaprísirnar. Men í næstu løtu hækka ferðaavgjøldini. Eisini verða Føroyar marknaðarførdar sum íløguland, men samstundis fer Fíggjarmálaráðið beint eftir alivinnuni, sum er klár at fara á børsin, og skattar hesa vinnu, uttan so mikið sum at skeita eftir, at hetta gevur enn størri mismun ímillum alivinnuna og fiskivinnuna annars. Samstundis verður mismunur gjørdur á fíggjar- og tryggingarvinnuni í mun til aðrar vinnur. Føroyska vinnan hevur í løtuni als ikki eins karmar og treytir at virka undir. Tað tykir sum høgra hond ikki veit, hvat vinstra ger. Og her eru nógvar hendur, tí vinnumál eru nú spjødd um trý ymisk aðalráð: Vinnu-, Fiskivinnu- og Uttanríksiráðið, umframt at tað er tað fjórða - Fíggjarmálaráðið - sum setur karmarnar.

Sitandi landsstýri hevur tíverri víst, at tað hevur eingi boð uppá størri bygnaðarligar broytingar - eitt nú í fiskivinnuni, so hendan kann geva stórt yvirskot, og í búskaparpolitikkinum verða bert smærri broytingar gjørdar, sum ikki nøkta tørvin at gera landskassans inntøkur minni viðbreknar fyri búskaparsveiggi.

Vinnuhúsið skrivar at: “Í Føroyum sær tað út til, at landsins politikarar ætla at økja um inntøkur landskassans við at økja um gjøld á vinnuna. Hetta fyri at sleppa undan at taka ópopulerar avgerðir, sum eru at minka almennu útreiðslurnar”. Fari at vísa Vinnuhúsinum á, at tað ikki eru “landsins politikarar”, men sitandi stjórn, sum hevur ábyrgdina av rikna politikkinum.

Men, eg skilji hví eisini Vinnuhúsið er farið at ivast í, hvar ábyrgdin skal plasserast. Tí landsstýrið stendur ikki aftanfyri sítt egna fíggjarlógaruppskot, og harvið er tað litið upp í hendurnar á “landsins politikarum” at gera av, hvussu raðfestast skal. At ein stjórn kann sleppa undan ábyrgd av egnari fíggjarlóg má vera eindømi, og eg skilji ikki, at tað letur seg gera.