Ikki øll »Rasteplássini« í Evropa eru líka rein

Familjur sum ferðast við bili í Evropa, skulu hugsa seg væl um áðrenn tey fara inn á tey ymisku steðgiplássini, ella rasteplássini sum tey vanliga verða nevnd, ið liggja fram við høðvusvegunum, um man skal inn at brúka pusliborð ella toilettini. Hetta vísir ein kanning sum FDM hevur gjørt sum liður í Euro Test bilsamstarvinum

 

Av teimum 95 steðgiplássum sum vórðu kannaði í 9 evropeiskum londum, vóru tey 66 ikki heilsufrøðiliga nøktandi. 45 prosent toilettunum vóru beinleiðis heilsuskaðilig, sama var galdandi fyri 40 prosent av pusliborðunum. Einans fimm av teimum 95 steðgiplássunum fingu góðan karakter fyri reinføri. Annars vórðu tey kannaði fyri t.d. ferðslutrygdina, parkeringsplássini, útsjóndina, matin, tænastuna og umhvørvið á staðnum.

Frakland best

Londini har kanningarnar vórðu gjørdar, vóru hesi: Belgia, Ongland, Frakland, Háland, Italia Schweiz, Spania, Týskland og Eysturríki. Ringast stóð til í Onglandi, Hálandi og Spanien. Best stóð til í Fraklandi. Vit skulu minnast til at óhumskan kemur frá teimum vitjandi sjálvum. Tí er neyðugt at øll vitjandi fara væl um, sigur FDM í kanningini sum verður almannakunngjørd í juli blaðnum av Motor.

Kelda: Tíðindaskriv frá FDM