Ikki longur fýra feitar í Hollandi

Hollendska stjórnin fer at stramma heimskendu lógina, sum loyvir sølu av hashi. Tamarhaldið er rokið, serliga við teimum ferðafólkum, sum bert koma fyri at roykja pot, sigst. Framyvir fara sonevndu coffeeshops í Hollandi, har tað er loyvi at selja hash, at hava eitt skelti við áskriftini ?Bert fyri limir? hangandi á hurðini.

 

Tey 5 grammini av hashi, sum í dag eru loyvd at keypa, verða minkað niður í 3 gramm, og tað verður bert loyvi at keypa, um tú hevur eitt hollendskt gjaldskort. Tað avdúkar ein hollendsk netavís.

 

Fyrr í ár vóru eisini hashkakurnar bannaðar.

 

Við hesum tiltøkum væntar stjórnin at kunna minka um heilsuligu árinini, kriminalitetin og teir ovurstóru flokkarnar av sonevndum pot-ferðafólki. Øll trý dømi um negativ árin, sum fría hashlógin hevur á landið.

 

 

Tað er eisini komið fram, at stjórnin ætlar at minka um talið av hesum coffeeshops. Sum nú er, eru tey eini 100, men framyvir fara bert smærru støðini at fáa loyvi at selja hash, og tað verður altso undir herdum reglum.

 

Nýggju reglurnar koma í gildi í heyst, tí stjórnin er samd um, at hash-sølan ikki longur er undir tamarhaldi, og hon hevur ov nógv skaðilig árin fyri landið. Lógin var upprunaliga gjørd fyri at gera skilna millum pot, hash og harðari rúsevni.

 

Sostatt verður tað skjótt ein yvirstaðin kapittul hjá ferðafólki at fara til Hollands at fýra feitar.