Bæði Betri banki og BankNordik boða nú frá, at tað ikki longur er neyðugt at hava eitt lyklakort til NemID, tá viðurskifti í Netbankanum skulu avgreiðast.
Ein nýggj app er nevniliga ment, ið ger at man nú kann brúka NemID frá snildfonum og teldlum.
- Um tú brúkar lyklaappina, fær tú eini boð í tína lyklaapp, tá ið tú til dømis skalt góðkenna eina gjalding í tínum Netbanka. Tú góðkennir flytingina við at føra fingurin yvir snildfonina. NemID lyklaappin er líka trygg sum NemID lyklakortið, skrivar Betri banki á heimasíðu síni.
Til ber at fáa fatur á nýggju lyklaappini á App Store ella Google Play.