Ikki longur neyðugt at fara uttanlands at keypa bíligt

Í Alvaró eru tey sera errin av at kunna bjóða føroyingum fýra klædnamerkir úr Hálandi, ið hava ein prís, sum vit ikki hava sæð í Føroyum áður.

Eftirspurningurin eftir bíligum barnaklæðum í Føroyum er stórur.

 

Ásvør og Hallgerð, sum eiga og reka Alvaró í SMS, hava í fimm ár selt barnaklæðir frá kendum merkum so sum MarMar, Konges Sløjd, Liewood og Huttelihut.

 

- Hesi klæðini eru tann besta góðskan á marknaðinum og selja sera væl seld. Tó hoyra vit frá fleiri av kundum okkara, at tey eisini høvdu ynskt at fingið fatur á bíligum klæðum - helst prísir a la H&M, sigur Hallgerð.

 

Hon vísir á, at tey ynsktu at finna eina loysn og at tey hava leitað leingi. Fyri Alvaró er tað umráðandi, at klæðini hava góða góðsku, hóast at tey eru bílig.

 

- Og vit hava funnið loysnina, sigur Ásvør brosandi og glað. 

 

Í Alvaró eru tey sera errin av at kunna bjóða føroyingum fýra merkir úr Hálandi, ið hava ein prís, sum vit ikki hava sæð í Føroyum áður - og góðskan er ordiliga góð!

 

- Vit eru púra vekk í hesum klæðunum, sum øll eru góðkend eftir Øko-Tex Standard 100 sum tryggjar, at eingi skaðilig evnir eru í.

 

##med2##

 

Klæðini hóska væl til føroyska mótan og fáast í støddunum 0-12 ár. Merkini kallast Koko Noko, No Way Monday, DJ Dutch Jeans og Dirkje. 

 

Ikki er longur neyðugt at fara uttanlands at keypa bílig og góð klæðir.

 

- Vitja okkum í Alvaró, SMS ella á snøgga nethandilinum www.alvaro.fo og síggj alt úrvalið. 

 

Hallgerð leggur aftrat, at í døgunum, 6.-13. mai, verða øll klæðini eisini at síggja á torginum í SMS.