Ikki nógv at gera sum tónleikari fyri tíðina

Jógvan Hansen býr í Íslandi, og hann hevur eins og aðrir tónleikarar merkt til ávirkanina av koronakreppuni

Koronafarsóttin hevur havt ta avleiðing fyri tónleikarar, at millum lítið og einki arbeiði hevur verið fyri teir seinastu mánaðirnar.

Eisini í Íslandi merkja tónleikararnir til koronakreppuna. Í tíðindasendingini á FM1 í gjár fortaldi føroyski tónleikarin Jógvan Hansen, sum býr í Íslandi, frá støðuni sum tónleikari í hesum tíðum.

– Tað hevur verið tað sama her sum í Føroyum. Summir tónleikarar hava brúkt livestream og fingið nøkur oyru burturúr tí, men tað eru ikki nógvir, sigur Jógvan Hansen við FM1.

Víðari greiðir Jógvan Hansen frá nøkrum trupulleikum, sum eru við tí at liva sum professionellur tónleikari beint nú.

Vanligvís vitja nógv ferðafólk í Íslandi hvørt ár, men íslendska ferðavinnan er hart rakt av koronakreppuni. Hetta leggur Jógvan Hansen eisini merki til.

– Tað er øðrvísi. Man følir, at tað ikki eru ferðafólk á landinum beint nú. Tað er eitt sindur løgið. Reykjavík er ein spøkilsisbýur, sigur Jógvan Hansen. 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Jógvan Hansen á FM1.