Danski tónleikafelagsskapurin, Koda, sum hevur upphavsrættin hjá tónleikarum hjá um hendið, er av álvara farin undir at raðfesta innkrevjingina hægri.
- Vit hava ligið á latu síðuni í fleiri ár, men nú skal upphavsrætturin hjá tónleikarum raðfestast hægri í Føroyum. Hetta hevur millum annað við sær, at vit fara at krevja pening frá frisørsalongum, matstovum, sólsentru og øðrum, sum spæla tónleik, ið kann bólkast sum undirhald, sigur føroyski millumgongumaðurin hjá Koda, Kristian Blak.
Hann leggur afturat, at talan er als ikki um eina herferð, men at Koda leggur nógv fyri at fara lagaliga fram í innkrevjingini. Umboðsfólk fyri Koda hava vitjað fleiri fyritøkur kring landið, og gjørt teimum greitt, at spæla tey tónleik, sum kann bólkast sum undirhald, eiga tey at skráseta seg hjá Koda
-Í Danmark og øðrum londum hava handlar, frisørar, sólsentur o.o. ,sum dagliga spæla tónleik, í fleiri ár verið kravd at rinda eina upphædd fyri spælda tónleikin. Hesum ætla vit nú at gera teimum eftir, sigur Kristian Blak
Tíð og rúmd
Í Sosialinum í gjár kom undan kavi, at Koda álegði Salong Tótu at rinda góðar 700 krónur hvønn ársfjórðing í koda pengum, tí felagsskapurin metti, at hon spældi útvarpstónleik fyri kundunum.
Spurdur, hvussu Koda finnur fram til, hvussu nógv, hvør fyritøka skal rinda, svarar Kristian Blak, at metingin verður gjørd eftir, hvussu leingi tónleikur er at hoyra á arbeiðsplássinum og hvussu stór arbeiðsrúmini eru.
Hvussu duga tit á at skyna, nær talan er um eitt vanligt útvarp, sum stendur frá, ella um eina fyritøku, sum nýtir tónleik sum undirhald hjá kundunum?
?Eg haldi tað er ein stórur munur á, um fyritøkan ella handilin hevur eitt stórt annlegg við fleiri hátalarum ella eitt líti transistoradio. Hevur tú eitt flott annlegg við fleiri hátalarum, haldi eg tað ber væl til at grundgeva fyri, at spældi tónleikurn hjá fyritøkuni ella handilin kann bólkast sum undirhald hjá kundanum. Er talan bert eitt lítið transistoradio er søgan ein heilt onnur, svarar Kristian Blak
Meldið tykkum sjálvi
-Tað tekur sjálvsagt fleiri ár, áðrenn allar fyritøkur, ið eiga at rinda koda pening, verða skrásettar hjá okkum. Eg vil enn einferð sláa fast, at talan er als ikki um nakra herferð, men heldur um eina hægri raðfesting av rættindinum hjá tónleikarunum. Allar okkara okkara grannatjóðir raðfesta hetta økið høgt, sigur Kristian Blak
Hann mælir fyritøkunum, sum dagliga spæla tónleik, at seta seg í samband við Koda, so ein avtala kann verða fingin í lag í sátt og semju.