Ikki neyðugt hjá Edmundi at seta krøv!

Aldargamla samstarvið millum Sambandsflokkin og Vinstra byggir ikki á krøv, men álit og virðing hvør fyri øðrum. Tí er tað púra óneyðugt at seta krøv til Vinstraflokkin fyri stuðulin, Sambandsflokkurin nú kann veita honum, so sum eitt nú Sosialurin mælir til í oddagrein

Sosialurin ger í oddagrein nógv burtur úr, hvussu Edmund Joensen, nývaldi fólkatingslimurin hjá Sambandsflokkinum, eigur at seta krøv til Vinstraflokkin og Anders Fogh Rasmussen fyri stuðul sín til borgarligu stjórnina í Danmark.

 

Loysingarsinnaður javnaðarmaður

Hesi ráð í Sosialinum eru so burtur við, at tú kundi trúð, at tað var ein fornermaður, vónbrotin og loysingarsinnaður javnarmaður við Poul Nyrup Rasmussen í huganum, sum hevði skrivað tey. Men Sosialurin er jú ikki longur heftur at Javnaðarflokkinum!

 

Sosialurin má hava etið bláseym

Sosialurin mælir til, at Edmund skal krevja av donsku stjórnini, at hon skal syrgja fyri, at ES skal sleppa føringum upp í ávís samstørv, sum vit hava havt ynskir um og sum ikki eru komin í lag enn. Sosialurin má hava etið bláseym, tá ið hann kann finna upp á slíkt tvætl og pástanda, at ES hevur vent okkum bakið.

 

Bert Sambandsflokkurin ynskir ES-samstarv

Tað er júst Sambandsflokkurin og bert Sambandsflokkurin av øllum føroysku flokkunum, sum hevur mælt til samstarv við ES. Allir hinir flokkarnir venda jú ES bakið. At ES so ikki glaðbeint hoppar og dansar eftir førisku pípuni, tá vit fyri ein kortan bemerkning ynskja eitt samstarv, sum kann gagna okkum, er jú púra náttúrligt.

 

Undirgrundarmálið og limaskapur í Norðurlandaráðnum hvør sítt

Víðari samanber Sosialurin loysnina av undirgrundarmálinum við ynskið føroyinga um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Reint paranoia. Undirgrundarmálið var danskt málsøki og var tí upp til donsku stjórnina at avgreiða.

 

Danska stjórnin stuðlar jú føroyska ynskinum um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, meðan tað eru hini norðanlondini, sum ikki vilja broyta Helsingforssáttmálan, soleiðis, at Føroyar kunnu gerast sjálstøðugur limur.

 

Samstarv byggir á álit og virðing

Nei, Sosialurin! Onki gott samstarv byggir á krevjaramentalitet. Gott samstarv byggir á álit og virðing hvør fyri øðrum. Tað hava Sambandsflokkurin og Vinstra. Tí er tað púra óneyðugt hjá Edmundi at seta nøkur krøv. Úrslitini koma náttúrliga og av sær sjálvum.