Ikki orð: Serframsýning í Listaskálanum 29. septembur til 22. oktobur 2006

Fríggjadagin 29. septembur 2006 letur upp nýggj framsýning undir heitinum Ikki orð við íslendaranum Jón Laxdal í Listaskálanum í Gundadali. Framsýningin var í fjør sýnd á Akureyri, í Hafnarfirði og í Reykjavík og fyrr í ár í Berlin

Jón Laxdal Halldórsson var føddur á Akureyri í 1950. Har hevur hann búð øll árini undantikin trý, tá ið hann í fyrru hálvu av 1970árunum las heimspeki við Háskóla Íslands í Reykjavík umframt eina lestrarhálvu í Århus. Hóast hann bæði er listamaður og skald, hevur hann nýtt nógva tíð og orku til menningina av mentanarlívinum í heimbýnum, m.a. við at fingið nútíðarlist til Akureyrar og sett mentanarumhvørvi á stovn í miðbýnum, har sum gamla ídnaðarøkið lá. Í hesum øki eru í dag Listasavnið á Akureyri og fleiri onnur framsýningarstøð og leikhús at finna. Jón Laxdal hevur útgivið fleiri yrkingasøvn - nøkur teirra eru virðislønt - og undirvíst í Listaskúlanum á Akureyri í 10 ár. Í 1993 varð hann tilnevndur heiðurslistamaður á Akureyri.
Jón Laxdal hevur luttikið í nærum 30 ser- og bólkaframsýningum, tey 25 árini hann hevur virkað sum listamaður. Listaverk hansara eru fyrst og fremst límmyndir (kollagur) samansettar av prentaðum teksti, bókstavum, prýðislutum og fotomyndum. Tilfarið er oftast gamlar avísir, men valið av avísum er ikki tilvildarligt. Tað sigur nakað um listaverkini, hvørjar avísir liggja til grundvallar. Jón Laxdal hevur gjørt m.a. eina røð av listaverkum úr avísum, ið vórðu útgivnar eitt ávíst tíðarskeið, og sum viðgjørdu politisk mál, sum tá vóru frammi. Umframt, at hetta fortaldi um samtíðina tá, so sást eisini, hvussu grafiski stílurin á avísunum sá út, og hvørji tól, tøkni og miðlar blaðfólkini nýttu. Jón Laxdal hevur ment sína list við stórum fetum, síðan hann byrjaði: Listaverkini eru vorðin einfaldari og tryggari, høvuðsdenturin kemur týðiligari til sjóndar, og stílurin meiri avgjørdur. Hvør røð avdúkar eitt hugskot, ið myndar bæði form og innihald og gevur framsýningini eina heild. Prentlistarlig virði skapa framsetingina av listaverkunum, lutfallið millum hvørja blaðsíðu og tess eindir - teigar, bókstavar og prentmyndir - verður broytt og umskapað fyri at bera fram ætlaða samspælið. Svart, reytt og blátt eru vanligu prentlitirnir, men onkuntíð eru alskyns litir umboðaðir í listaverkunum. Jón Laxdal arbeiðir seg ígjøgnum bunkar av avísum og øðrum tilfari fyri at troyta allar møguleikar innan fyri tær rammur og treytir, ið hugskotini aftanfyri framsýningarnar áseta.
Jón Laxdal hevur mong ár á baki sum listamaður, men tey eru ikki mong uttanfyri Akureyri, ið kenna list hansara. Hetta kemst av, at hann valdi at búgva á Akureyri og menna listina har heldur enn at fara til stórbýin og uttanlands at royna seg. At liva bara av síni egnu list á einum lítlum og avbyrgdum staði sum Akureyri er torført hjá sjálvt einum so hugreystum listamanni sum Jón Laxdal, men hetta er - sum nevnt omanfyri - komið heimbýnum til góðar. Hann hevur m.a. eisini verið við til at hongt allar framsýningar upp, ið hava verið hildnar í Listasavninum á Akureyri, síðan tað varð bygt í 1993. Sjálvt um listamaðurin er ókendur uttanfyri Ísland, er list hansara viðkomandi fyri umheimin, tí hon viðger háttaløg og viðurskifti, ið hava serligan týdning fyri nútíðarlistina og hoyra altjóða samanhangi til. Bara tað, at heili fimm listasøvn eru saman um hesa framsýningarverkætlan Jón Laxdals, ber vitni um hansara listarligu styrki og høga støði.
Jón Laxdal fer at sýna fram omanfyri 100 listaverk, ið vísa á tað listarliga fjølbroytnið, ið er at finna í límmyndum, prenti og tekstum. Listasavn Føroya takkar Listasavninum á Akureyri fyri møguleikan at vísa hesa fyri føroyingum øðrvísi listaframsýning. Listamaðurin Jón Laxdal verður sjálvur til staðar, tá ið framsýningin letur upp. Íslendski rithøvundurin Guðbrandur Siglaugsson lesur yrkingar. Martin Næs, landsbókavørður, setir framsýningina. Øll listaáhugað eru vælkomin til ferniseringina.