Ikki pláss fyri at skattalætta í Havn

Ein býráðslimur helt fyri, at tað liggur væl fyri taka pengar frá fólki og spæla jólamann við teimunm. Vit hava nógv at brúka pengar til, sigur borgarstjórin

Tað verður ikki á hesum sinni, at kommunuskatturin í Havn verður lækkaður. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Tórshavnar kommuna hevur stórar inntøkur av skatti. Fyrstu sjey mánaðirnar í ár hevur Tórshavnar Kommuna havt góðar 539 miliónir í inntøku, bara av vanligum kommunuskatti og tað eru góðar 22,8 milliónir meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

 

Tað hevur fingið býráðslimir í minnilutanum at heita á meirilutan um at lækka skattin. Á einum býráðsfundi, har málið varð umrøtt, helt Ruth Vang, býráðslimur fyri Framsókn, turrisliga fyri, at tað lá væl fyri hjá meirilutanum at taka pengar frá fólki og at spæla jólamann við teimum. Hon helt, at nú tað er vorðið nógv dýrari at liva, eigur býráðið heldur at lækka skattin fyri at gera tað lættari hjá fólki at liva. Fleiri býráðslimir í minnilutanum taka undir við henni.

 

Men borgarstjórin ger greitt, at hetta er ikki rætta løtan at lækka skattin. Vit hava veldiga stórar útbyggingar fyri framman og tær krevja stórar íløgur, sigur hann. Hann hugsar um langhylin, stórhøllina, barnagarð, ellisheim, nýggjan innkomuveg, og annað. Og so er bústaðarneyðin ovurstór og tað er eisini eitt mál, býráðið skal loysa, sigur hann. Hann sigur, at skal skattaprosentið í Havn lækka eitt prosent, fer tað at kosta kommunukassanum einar 48 milliónir krónur í mistari inntøku. Tað svarar til eitt hálvt ellisheim, ella til ein heilan barnagarð til eini 100 børn.

 

Hann sigur, at skattaprosentið í Havn er longu eitt tað lægsta í landinum og barnafrádrátturin er ein tann hægsti. Hann ásannar, at bensin og diesel er dýrt, men hann sigur, at aftur fyri hevur Tórshavnar Kommuna eina bussleið, sum tað er ókeypis at koyra við. Harumframt hava tey systkinaavsláttur í barnagørðum og vøggustovum. Tað eru stórir skattalættar, heldur borgarstjórin. Hann vísir á, at bara Bussleiðin kostar einar 35 milliónir um árið.

 

– Eg eri vísur í, at skattaborgarin í Tórshavnar Kommunu vil heldur hava nógvar og góðar tænastur, heldur enn lágan skatt, sigur borgarstjórin. Hann sigur, at skal nakað gerast fyri at hjálpa teimum, sum eru ringast fyri, er tað eitt landsmál, sum eigur at verða reist í Løgtinginum. Ruth Vang hevur eisini sæti á Løgtingi fyri Framsókn og borgarstjórin í Havn mælir henni til at reisa málið í Løgtinginum. Eitt nú mælir hann til, at mvg á mjólk, breyði, fruktm grønmeti, og øðrum neyðsynjarvørum, verður lækkað, ella strikað. Tað hevði verið ein hjálp til barnafamiljurnar, sum munar, heldur Heðin Mortensen.