Ikki ráðiligt við umróðri

Í 10-mannafarsróðrinum í dag komu Eysturoyingur og Klaksvíkingur javnir á málið.

Reglurnar siga, at tað skal umróður til, um bátar koma javnir á oddasessin, men manningin á Klaksvíkingi vildi eg vera partur av hesum.

- Vit hildu tað ikki vera ráðiligt. Eg var sjálvur við á Árnfirðingi í fjør, tá tað skuldi umróður til á ólavsøkuróðrinum, og tað er ikki nakað, sum eg havi hug at útseta meg fyri aftur. Snøgt sagt, so haldi eg ikki, at tað er heilsuliga forsvarligt at fara í holt við umróður, tá tú longu hevur givið alt tað, sum tú eigur, sigur Svein Rógvi Nielsen, bátsformaður á Klaksvíkingi.

 

Eftir umróðurin á ólavsøku í fjør kærdi manningin á Árnfirðingi. Millum annað fyri at vísa á, at reglan um umróður má broytast.

Enn er tó einki hent hesum viðvíkjandi, men Svein Rógvi Nielsen sigur seg vóna, at Róðrarsambandið fær eyguni upp fyri hesum, soleiðis at neyðugar broytingar verða gjørdar.