Ikki sæddur í ein mánað: Kina fær nýggjan uttanríkisráðharra

Eftir nakrar vikur uttan at nakar hevur sæð kinesiska uttanríkisráðharran, Qin Gang, er hann nú skiftur út.

 

Eftir ein mánað uttan at almenningurin hevur sæð kinesiska uttanríkisráðharran, Qin Gang, nú koyrdur frá og nýggjur ráðharri settur.

Tað skrivar fleiri almennir miðlar teirra millum tíðindastovan AFP.

Áðrenn hann gjørdist uttanríkisráðharri, var tað eitt sindur gátuført, hvar 57 ára gamli Qin Gang gjørdi og hvar hann var.

Sambært BBC kundi túá kinesisku leitimaskinuni Baku, sum er kinesiska Google, síggja talið av leitingum upp á navnið hjá Qin Gang í síðstu viku vaks nógv.

Talið við leitingum eftir uttanríkisráðharranum vaks við 5.000 prosentum.

Tað gjørdist ikki sørt duldarfult, tá eingin hevði sæð Qin Gang í almenninginum síðani 25. juni, tá hann tók ímóti russiska varauttanríkisráðharranum Andrej Rudenko.

Fyrr í mánaðinum segði kinesiska stjórnin, at fráveran hjá Qin Gang var orsakað av heilsuávum. Tað var eingin nærri útgreining, hvat tað snýr seg um.

Avloysarin er 69 ára gamli Wang Yi.

Hann skal ikki brúka nógvar dagar um at læra nýggja starvið at kenna. Hann var uttanríkisráðharri frá mars 2013 til desember í fjør, tá hann varð skiftur um við júst Qin Gang.

Sambært AFP varð framflytingin av Qin Gang sæð sum eitt úrslit av góðu viðurskiftum hansara við Xi Jingping, forseta.

Fyri ta tíð hevði kann komin skjótt fram í skipanini við einum stuttum skeiði sum sendiharri í USA, áðrenn hann gjørdist uttanríkisráðharri.

Fyrr í mánaðinum greiddi Yun Sun, sum er stjóri í Kina-deildini hjá hugsunarbankanum Stimson Center í Washington fyri tíðindatovuni Reuters, hví eisini topppolitikarar í øðrum londum høvdu lagt merki til, at Qin Gang var horvin.

– Um ein nationalur varaleiðari bara kann hvørva uttan nakra frágreiðing, so fara fólk at fáa trupult við at stóla uppá og roknav ið nøkrum kinesiskum leiðara ella embætismanni, segði Yun Sun.

Nýggju maður er eisini tilnevndur at standa á odda fyri kinesiska miðbankanum. Her kemur skiftið ikki sum ein hvøkkur. Her verður Pan Gongsheng settur í starv í staðin fyri Yi Gang.

Tá amerikanski fíggjarmálaráðfrúan, Janet Yellen, fyrst í juli vitjaði Kina, var tað Pan gongsheng, sum hon hitti. Tá kom hon til at umrøða hann sum leiðara í kinesiska miðbankanum.

Sambært tíðindastovuni Reuters verður hann lýstur sum ein teknokratiskur eldsløkkjari.

Framflytingin av honum verður mett sum vaksandi stúran hjá landsins politiska toppi um møgulig váðasignal í landsins sera stóra fíggjarliga greira sambært Reuters. 

/ritzau/