Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm fara at leggja uppskot fram um, at Skálafjarðartunnilin skal gerast í einum almennum felag.
Tað hevur leingi verið greitt, at full semja ikki er í samgonguni um uppskotið hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum, hóast Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur boðað frá, at hann tekur fult undir við uppskotinum.
Við útvarpið í kvøld segði Bjarni Djurholm, at hann og Bárður Nielsen úr Sambandsfokkinum hava kastað saman um eitt nýtt uppskot, sum í høvuðsheitinum gongur út uppá, at verandi tunnilsfeløg verða løgd saman, og at nýggja almenna felagið skal gera Skálafjarðartunnilin.
Bjarni Djurholm sigur, at hann og Bárður Nielsen ikki kenna seg tryggar við uppskotið hjá Kára P. Højgaard, sum løgtingið fer at viðgera týsmorgunin klokkan 9.30.
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi – eins og Framsókn, hava eisini lagt uppskot fram um at tunnilin skal gerast í almennum felag.
Soleiðis tykist full semja vera um, at Skálafjarðartunnilin skal gerast, men tað tykist ikki longur vera meiriluti fyri, at hann skal gerast í einum privatum partafelag, soleiðis sum Kári P. Højgaard og løgmaður ætla.
Skráin til tingfundin týsdagin sær annars soleiðis út:
1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 2/2013: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juli 2013
2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 3/2013 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð
3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 4/2013: Uppskot til løgtingslóg um stovnan av partafelagið at gera, fíggja og reka tunnil undir Tangafjørð og Skálafjørð
4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 5/2013: Uppskot til løgtingslóg um at byggja, fíggja og reka undirsjóvartunnil undir Tangafjørð og Skálafjørð
5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 6/2013: Uppskot til løgtingslóg um at stovna alment partafelag at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Eysturoy og Streymoy, og millum Sandoy og Streymoy
6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 7/2013: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2013-2
7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 8/2013: Uppskot til samtyktar um tunnilsfelag Føroya Tingmálini verða viðgjørd undir einum og beind í ávíkavist Fíggjarnevndina og Rættarnevndina
8. Framløga