Eyðun Nolsøe
?????????????
Hvat heldur tú um Norðurbryggjuna?
? Norðurbryggjan er í sjálvum sær eitt útmerkað og spennandi tiltak. Tað var eitt frálíkt hugskot sum Vígdis Finnbogadóttir og Mortan Melgaard fingu ? móður og faðir at hesum projektinum. Tey dugdu at síggja møguleikarnar í hesum gamla pakkhúsinum. Tað er í sær sjálvum sera flott. Sum húsið stendur har í dag, sær tað spennandi út ? sera spennandi. Vikuskiftið við upplatingarfagnaðinum prógvaði eisini, at Bryggjan er sera vælegnað at skipa fyri tiltøkum í, og sigast má, at vikuskiftið var einastandandi fjølbroytt og áhugavert, sigur Martin Fjallstein leiðari í Føroyahúsinum í fryntligum práti ein kaldan seinnapart í desember inni í kaffistovuni í húsinum.
Føroyahúsið ikki nógv frammi í føroysku miðlunum
? Men, sigur Martin, eg haldi at hasi bæði fólkini við hugskotinum og mong við teimum, ikki góvu sær nóg væl far um at tað vóru trý mentanarhús frammanundan í býnum, sum hvørt á sín hátt hava roynt at víst føroyskt, íslendskt og grønlendskt andlit úteftir. Hetta hevur verið eitt sindur forsmáað. Øðrvísið er við Norðurbryggjuni í so máta. Tey hava fingið lyft tað upp á eitt sovorðið fínkulturelt støði, at tað nú eru fleiri innan mentunarelituna sum vilja vera uppií og sjónlig har. Tað sást á føroysku umboðanini á Bryggjuni hendan dagin. Vit sóu umboð fyri fleiri bygdarráð, ein hóp av embætisfólki, løgtings- og landsstýrislimum, journalistum og nógv annað gott fólk við. Synd at siga at sami áhugi hevur verið vístur Føroyahúsinum - uttan t.d. tá ið illa gekst í hond fyri tíggju árum síðani. Tað er mest sum eiðasørt at føroyska pressan vendir sær til okkara, meðan nógv av danska fjølmiðlaheiminum so sum Jyllandsposten, Politiken, Berlingarin, TV Lorry og enntá Rapport- og Big Brother tíðindafólk hava verið her.
Samarbeiði heldur enn kapping
? Vit trý húsini hava alla tíðina sagt, meðan verkætlanin fyri Bryggjuna hevur verið frammi, at vit vilja samstarva. Bryggjan er okkara flaggskip, eitt felagshús fyri øll trý húsini - og so er hon ikki tað sama sum vit. Hon er øðrvísi og er ætlað at vera eitt meiri representativt stað, við føroyska og grønlenska heimastýrinum, umframt íslendsku sendistovuni í miðdeplinum.
? Kapping millum Bryggjuna og okkum kann standast av, at tey hava sett yngri fólk at arbeiða í húsinum, ið eru von og spent uppá at skipa fyri mentunarligum tiltøkum, sum kunnu koma at liggja í kjalarvørrinum á okkum, eftirsum teirra uppskot til tiltøk minna nógv um okkara virksemi. Tað hava vit gjørt vart við. Mín vón er tann, at tey heldur fara at skapa og rúma nýggjum tiltøkum av einum slíkum slag, sum vit ikki orka at lyfta. Tað kunnu t.d. vera tónlistafólk á altjóða støði, har ið karmarnir í Føroyahúsinum eru vorðnir ov smáir. Ella ein konsert við symfoniorkestri sum annað dømið. Tiltøk, sum ikki hvíla í sær sjálvum, men hava stuðul fyri neyðini. Tá er Bryggjan sera góð og kann á hendan hátt vera eitt flott alternativ til hini trý mentunarhúsini.
? Vandin við kappingini er, at tey smærri húsini vera við sviðið soð. Eftir upprunaligu ætlanini, skal Bryggjan hvíla í sær sjálvum við inntøkum frá húsaleigunum, og sostatt ikki vera ein árlig byrða á fíggjarætlanini hjá teimum trimum londunum. Men nú havi eg hoyrt sagt, at man hugsar sær at fáa eina hálva millión úr Føroyum á hvørjum ári í stuðulspeningi til tiltøk á Bryggjuni. Tá tað bara er ein kassi at taka úr, er tað sjálvsagt, at jú fleiri sum koma framat honum, jú minni verður í part. Kann Bryggjan so ikki bera seg, er spurningurin beinanvegin heima í Føroyum, hví vit skulu hava tvey mentunarhús í Keypmannahavn - tað nýtist ikki...
? Annars haldi eg samstarvið hevur verið frálíkt við Bryggjuna higartil. Vit hava latið nógvan pinnamat og føroyskt bjór til tiltøkini hjá teimum, og eisini lýst fyri tey á okkara heimasíðu, faldarum og á annan hátt. Vit hava roynt at víst eitt jaligt andlit mótvegis teimum í góðum samstarvsanda. Sum gáva til teirra nú tey lótu upp, lótu tey trý húsini úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi føroyskan dans við Fótatraðk, íslendskan glima og grønlenskan polka við Mikkórinum. Í havnini útfyri Norðurbryggjuna róðu tíggjumannafarið Tvørábáturin og grønlendskar kajakkir. Vit heilsaðu teimum við orðunum: "Tykkum vilja vit dansa við, tykkum vilja vit glimast við og tykkum vilja vit rógva saman við!" Spurningurin verður so, um tey eisini hava áhuga at gera tað sama mótvegis okkum. Tað rokni eg við og har átti einki at verið at ivast í.
Heldur tú sjálvur, at neyðugt er við báðum húsunum?
? Ja! Sum Føroyahúsið hevur verið rikið við øllum tí virksemi ið her er millum ár og dag, so meini eg at húsið hevur havt eina rættiliga fitta uppgávu at røkja. Vit hava í mong ár havt kaffistovu við føroyskum viðskera, føroyskum bløðum og bókum, havt týsdagsdøgurða við føroyskum mati, ótaldar veitslur, fyrilestrar, framsýningarnar, sjónleikir, enskan og føroyskan dans, talvkappingar, møti, jólatiltøk, nærvarp osfr. Her dettur fólk inn á gátt gerandisdagar at lesa bløðini, gera avtalur við aðrar føroyingar og merkja roykin av føroyskum mati, sum eisini er til keyps. Heimlandsprátið er ikki at gloyma. Okkara plasering mitt í býnum tætt við høvuðsjarnbreytastøðina er eisini ein stórur fyrimunur. Túsundtals fólk ganga um dyrnar á hvørjum árið. Kemur tú inn ein seinnapart mikudag ella hósdag, eru kanska ikki fleiri fólk enn teljast kann á báðum hondum, men týskvøld, fríggjadag og tá ið ymiskt verður fyriskipað, møta úr 50 til 250 fólk upp. Bryggjan er hinvegin uttarlaga og tað skal venjing til at ferðast út hagar. Sostatt hevur føroyska húsið eftir mínum tykki nógvar fyrimunir og framvegis eina missión, ætlað føroyskum útisetum.
Hvussu hevur so hilnast hjá tær hesi átta árini sum leiðari?
? Tað fara onnur at meta um. Fái mong góð orð frá fólki. Men eg fái neyvan alt at vita, sum fólk sínámillum tosa um. Húsið er broytt hetta tíðarskeiðið, eg havi staðið við róðrið. Eisini er mangt broytt í tíðini. Fleiri av feløgunum eru t.d. viknað ella sovnað. Tað er eins og tað velduga boomið við feløgum í sjeyti- og áttiárunum er av. Summi leggja frá sær. Spell at so er. Feløgini hava sett sín dám á húsið. Roynt verður at skipa fyri tiltøkum saman við feløgunum, so bæði tey, men sanniliga eisini húsið, ikki skal standa so einsamalt.
? Tá ið eg tók við í januar 1996, var fíggjarliga orkan í húsinum út av lagi vánalig, ikki minst orsakað av niðurskurðum. Tað er eydnast okkum saman við vælvild frá Mentamálaráðnum, landsstýri og løgtingi at fáa eitt rímuligt fíggjarligt grundarlag, tó at tað er sera tepurt og viðbrekið enn. Við mongum tiltøkum og útleigum skoyta vit sjálvi eitt sindur uppí - í fjør við umleið eini hálvari milljón. Bæði í ár og komandi ár stendur játtanin í stað. Tað merkir at vit fara umleið 100.000 kr. eftir hæli, tí húsaleiga og annað hækkar fyri tað.
Strævið - men eisini fjálgandi arbeiði
? Tað hevur verið sera hugaligt at merkt, at so mong eru góð við Føroyahúsið. Sera mong fólk hava millum ár og dag rætt eina hjálpandi hond til alskyns tiltøk, og tað er nakað sum fløvir! Men strævin hevur mangur vetur verið! Tað tekst ikki burtur. Tað krevur hugskot og verkætlanir, fyrireiking, innkeyp, lýsingararbeiði, praktiskt arbeiði, tilboð og avrokning, upprudding, langar dagar - ja stundum má arbeiðast alt samdøgnið til tess at røkka øllum. Tað verður tó skeivt av mær at gremja meg um hetta. Havi eg sagt ja, so er bert at standa við endan til liðugt er. Eingin noyðir meg at vera her. Sanniliga hava eisini verið fjøld av frálíkum tiltøkum og hugnaligum løtum, ein hópur av góðum og fjálgandi fólki. Tað skal havast í huga, tá ið á stendur. Tað er góður heilivágur. Eg var settur sum leiðari í fyrsta umfari eitt fimm ára skeið, síðani var longt við tveimum árum afturat og í summar er so avtalan aftur longd við trimum árum. So eftir ætlan kann eg standa fyri hesum húsi trý ár afturat. Lat okkum nú síggja hvussu leikur ferð, sigur leiðarin í Føroyahúsinum at enda.