Nógv fólk fáa eitt traðk yvir tærnar, nøkur eru harðari enn onnur, og ikki øll eru so væl meint, so fólkini handan ólavsøkukabarettina í ár skulu nokk fáa okkurt briksl við á vegnum frá teimum, ið verða meinast rakt.
Men tað er stuttligt. Tað er stuttligt hjá øðrum at flenna eftir at onkur verður gjørdur til láturs, og tað er í suttum tað, sum ein ólavsøkukabarett snýr seg um. Eisini tann í ár.
Ein stórur partur av skettjunum í henni taka støði í ávísum alment kendum persónum. Talan er í flestu av førunum um persónar, sum ikki beinleiðis hava gjørt nakað býtt ella skeivt, men sum kortini verða gjørdir so dyggiliga til láturs.
Næstan synd
Ein ávís sjónvarpskvinna fær so nógv oman yvir seg, at tað næstan er synd, og øðrum hevur man eisini hug at taka synd í, tí ikki kann sigast at kabarettin sparir krútið.
Nú vit eru við sjónvarp, so fær Sjónvarp Føroya eitt væl uppiborið spark í dintilin við einari beinraknari parodi upp á føroyskt oyggjaleikasjónvarp ella »tærnakrimpavarp«, sum ein viðmerkjari kallaði tað. Men síðan verður trongstædda almenna sjónvarpið sparkað liggjandi nakrar ferðir, og tá verður tað kanska í so stuttligt.
Hugskot á pallinum
Ólavsøkuabarettin er nokkso lang í ár. Hálvan annan tíma ella so er lív á pallinum, og hesa tíðina nær kabarettin at koma ígjøgnum sera nógv evnir, tí skettjurnar eru stuttar og nógvar.
Stuttar skettsjur virka ofta best, men í kabarettini eru eisini skettsjur, sum eru ov stuttar og kubbutar. Hesar bera brá av at vera ov lítið gjøgnumarbeiddar, og okkurt kundi bent á, at kabaretfólkið hevur gloypt um ein dekan ov stóran bita. Tey góðu hugskotini tróta ikki, men summar skettsjur fella til jarðar tí hugskotini ikki eru ment til skettjur og tí koma á pallin sum - ja, hugskot.
Ungur kabaretthópur
Kabarettin í ár verður gjørd av seks ungum fólkum, harav bara tey bæði Turpin Napoleon Djurhuus og Sissal Olafsdóttir Frisdahl eru sædd í ólavsøkukabaretthøpi áður. Gutti Winther og Elisabeth Skarðhamar Olsen hava eisini verið at sæð sum sjónleikarar áður, meðan Finnur Jensen og Pætur Dahl eru púra feskir. Men teir smæðast avgjørt ikki burtur.
Hjá Pæturi Dahl lukkast tað serliga væl at eftirlíkna fólki í verumáta og kropsburði, og serliga sangarin í Tangz og varaløgmaður verða væl karikeraðir. Og Finnur Jensen líkist onkrum, sum er tikið beinleiðis úr Monty Python, tá hann hermir eftir einum fimleikara á oyggjaleikunum, sum ikki er so ávirkaður av jantulógini.
Tær báðar genturnar í kabaretbólkinum síggjast ikki serliga nógv á pallinum, men klára seg væl tá tær eru. Serliga oljudýradansurin hjá Sissal er minnisverdur.
Turpin og Gutti, ið eru teir mest rutineraðu í hópinum, eru nógv á pallinum og gera eitt gott arbeiði.
Tríggjar dansarinnur eru eisini við í kabarettini í ár, men tær hava tíverri næstan bara leiklutin sum pausuundirhald, meðan pallskiftini fara fram. Tær kundu væl verið tiknar meira við í sjálva kabarettina fyri at blása meira lív í onkra av skettsjunum.