Ikki so illa nøgdir

B36 og seinni hálvleikur eru ikki ein góð greipa. Tríggjar teir síðstu dystirnar hevur B36 tapt. Í teimum eru átta mál farin ígjøgnum, og tey eru øll skorað í seinna hálvleiki. Tað eigur at geva teimum í árstalsfelagnum nakað at hugsa um.

Í B36 harmaðust tey sjálvandi um, at tað ikki hevði eydnast at vunnið ið hvussu er eitt stig í uppgerð, tá bæði Jákup á Borg og Brima Koroma noyddust at fara av vøllinum. Men teir ásannaðu, at tað síðstu løtuna ikki hevði borið til at hildið tørn:

– Vit arbeiða leingi heilt væl, men tá Andreas Lava Olsen ómóður brúkar ferð og styrki ímóti okkum, verður tað ógvuliga trupult. Men vit mugu reisa okkum aftur, og fyrsti møguleikin til tað verður annan hvítusunnudag, tá vit skulu út á Argir, var viðmerkingin úr B36.

jh