HONDBÓLTUR
Við eitt sindur av royndum og einum sterkum skjútta hevði VB helst verið væl ovarligari, enn tær eru á stigatalvuni.
Enn eigur VB fyrstu stigini í ár tilgóðar, men tær kunnu tó taka nógv positivt við sær frá dystinum móti Neistanum sunnudagin.
Fyrst og fremst prógvaðu gestirnir, at tær tekniskt eru sera væl fyri. Fyri steðgin høvdu tær nógv færri tekniskar feilir enn Neistin í sínum spæli, men í álopsspælinum høvdu tær trupulleikar, tá mest sum einastu møguleikarnir vóru antin at spæla tunt út á veingin ella at sleppa inn til strikuna.
Snøgt sagt saknaðist ein variantur, har tað bara varð skotið útifrá, og tá Neista-verjan eftir steðgin fekk tips síni hol, var ikki so nógv hjá VB at gera.
Tá Fríða Petersen í málinum samstundis fann sítt góða spæl fram, kundi Neistin við fleiri góðum kontra-álopum punkterað dystin tíðliga í seinna hálvleiki, og so fóru tær hjá VB av álvara niður við høvdinum. Seinasta partin av dystinum var einki sum helst, ið bendi á, at tær kanska kundu hótta mótstøðuna, og so gjørdist talan hóast alt um tryggan heimasigur.