Ikki tørvur á hjálparpakka í Íslandi

Eftir drúgvar samráðingar um vikuskiftið er íslendska stjórnin komin til ta niðurstøðu, at tað er ikki neyðugt við nøkrum búskaparligum bjargingarpakka nú -Hetta vikuskiftið hevur víst okkum, at tað er ikki neyðugt við nøkrum bjargingarpakka longur, segði Geir H. Haarde, forsætisráðharri, eftir ein fund í íslendsku stjórnini í gjárkvøldi.

Forsætisráðharrin segði, at samráðingarnar um vikuskiftið vóru komnar til ta niðurstøðu, at teir íslendsku bankarnir eiga at avmarka sítt virksemi uttanlands. Í hesum sambandi hevur verið nevnt, at talan verður kanska um at býta bankarnar sundur, soleiðis at virksemið í Íslandi verður fyri seg og virksemið uttanlands fyri seg.

Íslendsku fjølmiðlarnir hava nevnt, at stjórnin skal hava fingið tilsøgn um at løna 500 milliardir íslendskar krónur frá Evropeiska Miðbankanum, men tað avsannaði Geir H. Haarde.