Sveinur Tróndarson
Sum nevnt í blaðnum í gjár, so eydnaðist loksins at finna fram til eina semju millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið um trætuna á innkrevjingardeildini á Toll- og Skattstovuni.
Í gjár segði formaðurin í Starvsmannafelagnum, at hann fegnaðist um, at fólkið var sloppið aftur til arbeiðis aftur, og mótpartur hansara í trætuni, Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, tekur undir við honum.
? Sjálvandi eri eg fegin um, at tað er eydnast at gera semju um trætuna, men eg eri eitt sindur vónbrotin av, at tað tók, so langa tíð, sigur fíggjarmálaráðharrin.
Ósemjan byrjaði av álvara 9. november og ikki fyrr enn næstan tveir mánaðir seinni eydnaðist at leggja lok á ósemjuna - ella ein part av henni í hvussu er.
Varðveitir starvið
Undir trætuni er komið fram, at tað vóru samstarvstrupulleikar millum deildarstjóran á innkrevjingardeildini og starvsfólkini, sum var upprunaliga orsøkin til ósemjuna.
Tí kundi ein hugsandi loysn verið, at deildarstjórin á innkrevjingardeildini varð fluttur í annað starv, men so er ikki, og tað leggur fíggjarmálaráðharrin stóran dent á.
? Vit hava verið stak væl nøgd við hennara arbeiði, og hon kemur at halda fram í tí starvinum, sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri.
Tað verður kortini ikki beinanvegin, at tað verður, tí ein partur av semjuni inniber, at deildarstjórin á innkrevjingardeildini í eina tíð, burturav fer at taka sær av útleggingini av innkrevjingini til økisskrivstovurnar, og tað arbeiðið tekur so nógva tíð, at hon verður frítikin fyri dagligu leiðsluni á innkrevjingardeildini. Henni fer Regin Thomsen at taka sær av so leingi.
Nærri brúkarunum
- og bíligari
Sum sagt, so ber nú til av álvara at fara undir arbeiði at leggja út innkrevjingaruppgávurnar til økisskrivstovurnar.
Sambært fíggjarmálaráðharranum er hetta eitt gamalt ynski, tí sambært hann hevur tað stóran týdning at uppgávurnar liggja so nær brúkarunum, sum yvirhøvur gjørligt.
Samstundis er eisini møguleiki at spara pening í sambandi við útleggingina og tað hevur, sambært fíggjarmálaráðharranum, eisini sera stóran týdning.
Eingin verður
uppsagdur
Í útvarpinum segði Karsten Hansen herfyri, at hann metti, at tað kundu sparast eini fimm størv í innkrevjingini, og tað fekk í gjár øði í Gunnleiv Dalsgarð.
Hann helt tað vera ófatuligt, at fíggjarmálaráðharrin, beint eftir drúgva orrustu fór út at tosa um sparingar.
Hesum skilir Karsten Hansen púrt einki av.
? Tað sigur seg sjálvt, at tað má vera okkara fremsta uppgáva, at reka hetta landið so bíliga sum tilber, sigur hann og vísir á, at tað ber ikki til, bara at halda stand við útreiðslunum, um tað í veruleikanum ber til at spara, tí tørvurin á peningi er stórur aðrastaðni í samfelagnum.
? Men er Gunnleivur bangin fyri at fólkini vera uppsøgd, so er eingin orsøk til tess, leggur Karsten uggandi afturat. ? Vit hava uttan iva pláss og brúk fyri teimum aðrastaðni í okkara systemi, so tað skal nokk fella upp á pláss, sigur hann.
Sum sagt í gjár so inniber semjan, at ein samstarvsbólkur verður settur á Toll- og Skattstovuni, og tað fegnast fíggjarmálaráðharrin um.
Hann sigur, at tey hava arbeitt við at fáa reglur um hesar bólkar upp á pláss í eina tíð, men ósemjan á innrkevjingardeildini hevur bara tað við sær, at samstarvsbólkurin verður settur beinanvegin.
? Eg haldi, at tað er í fínasta lagi, tí tað skuldi verið ein trygd fyri, at slíkar ósemjur vera loystar á staðnum beinanvegin, sigur hann.