Ikki við og tó

Hóast vit leygardagin skrivaðu tað øvugta, so var Kári Mortensen at síggja á neistaliðnum sunnudagin

Síðani 1. oktober 1998 hevur Neistin skipað seg soleiðis, at ein bólkur hevur havt ábyrgdina og tikið avgerðir um fyrsta mannslið. Kristian á Neystabø er formaður í hesum bólki, sum hevur høvuðsábyrgdina av fyrsta mansliðinum hjá Neistanum.

Sum skilst hevur hesin bólkur undan vikuskiftinum sagt við nevndina í Neistanum, at tað ikki kundi góðtakast, at viðurskifti, sum einki høvdu við fyrsta manslið at gera, vórðu brúkt ímóti fyrsta mansliðnum.

Í seinastu viku vildi Kristian á Neystabø ikki gera viðmerkingar til tað konkreta málið, og tað vil hann framvegis ikki. Men sum skilst á honum, eru innanhýsis felagsviðurskiftini um at koma í rættlag.