Sambært Verdens Gang er í løtuni ógreitt, hvør støðan hjá Recep Tayyip Erdoğan (mynd) og Turkalandi verður, tá umsóknirnar hjá bæði Finnlandi og Svøríki um Nato-limaskap fyriliggja.

Ikki vist at hann góðtekur Finnland og Svøríki í Nato

- Skandinavisk lond eru sum "gestahús" fyri yvirgangsfelagsskapir, segði turkiski forsetin í einari beinleiðis viðmerking í dag.

Sambært Verdens Gang er í løtuni ógreitt, hvør støðan hjá Recep Tayyip Erdoğan (mynd) og Turkalandi verður, tá umsóknirnar hjá bæði Finnlandi og Svøríki um Nato-limaskap fyriliggja.

Tað er komið sum ein ávísur hvøkkur í dag, at turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdoğan, møguliga ikki fer at góðtaka, at Finnland og Svøríki gerast limir í Nato. 

 

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, hevur annars fleiri ferðir endurtikið, at Nato stendur við opnum ørmum, um Finnland og Svøríki ynskja limaskap í verjusamgonguni.

 

Verdens Gang veit í kvøld at siga, at í fleiri mánaðir hava politisku leiðararnir í teimum 30 Nato-londunum snakkað saman um møguleikarnar hjá Finnlandi og Svøríki at gerast partur av verjusamgonguni, um londini ynskja tað.

 

Eftir eina drúgva viðgerð av hesum máli hevur Finnland nú tikið ta søguligu avgerð um at søkja um limaskap, og ein umsókn úr Svøríki kann koma longu mánadagin komandi.

 

Men, í dag sigur forsetin í Turkalandi, sum er eitt av Nato-limalondunum, Recep Tayyip Erdogan, at Turkaland hevur ikki hug til at gera nakað mistak, sum hann tekur til.

 

- Skandinavisk lond eru sum "gestahús" fyri yvirgangsfelagsskapir, segði turkiski forsetin í einari beinleiðis viðmerking í dg, har hann helst sipaði til kurdiska arbeiðaraflokkin, PKK, sum stendur á listanum hjá Turkalandi yvir yvirgangsbólkar.

 

Verdens Gang vísir á, at í tíðini, har tað hevur verið upp á tal, at Finnland og Svøríki kanska fóru at søkja um limaskap í Nato, hevur turkiski forsetin ikki beinleiðis víst sína ónøgd um eina slíka víðkan av verjusamgonguni.

 

Heldur hava Nato-londini sagt, at ein møgulig avgerð hjá Finnlandi og Svøríki at gerast limir í Nato, liggur heima hjá londunum sjálvum. Tí eru mong vorðin ovfarin av úttalilsunum hjá Recep Tayyip Erdoğan í dag.

 

- Ein innanhýsis viðgerð í Nato av spurninginum um limaskap hevur hugsandi fingið Nato-aðalskrivaran, Jens Stoltenberg, til fleiri ferðir at endurtaka, at verjusamgongan fer at taka ímóti Finnlandi og Svøríki við opnum ørmum, um londini ynskja limaskap, skrivar Verdens Gang.

 

##med2##

 

Lagt verður aftrat, at tá slíkar avgerðir, sum upptøka av nýggjum limalondum skulu verða einmæltar, kundi Nato-aðalskrivarin neyvan havt orðað seg soleiðis, sum hann hevur gjørt, um hann var í iva um, hvørt Turkaland stuðlaði ynskjunum hjá Finnlandi og Svøríki ella ei.

 

Sambært Verdens Gang er í løtuni ógreitt, hvør støðan hjá Recep Tayyip Erdoğan og Turkalandi verður, tá umsóknirnar hjá bæði Finnlandi og Svøríki um Nato-limaskap fyriliggja.

 

Tá tilgongdin hjá einum landi at gerast limur í Nato er liðug, verður eitt skjal skrivað út, har Nato bjóðar landinum limaskap í verjusamgonguni, men eitt slíkt skjal skal góðkennast av stjórnunum í øllum 30 limalondunum í Nato.

 

 

 

Sambært Verdens Gang er í løtuni ógreitt, hvør støðan hjá Recep Tayyip Erdoğan (mynd) og Turkalandi verður, tá umsóknirnar hjá bæði Finnlandi og Svøríki um Nato-limaskap fyriliggja.

- Nato stendur við opnum ørmum, hevur Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, sagt fleiri ferðir.