ILA í Íslandi: Tvær miljónir laksar í vanda

- Vit halda fram við at greina støðuna og fara at venda aftur við fleiri upplýsingum, tá vit vita meira, siga tey á Ice Fish Farm.

Sambært iLaks eru tvær miljónir laksar í vanda hjá íslendsku alifyritøkuni, Ice Fish Farm.

Orsøkin er ILA-smitta á alistøðunum, Hamraborg og Svarthamar.

Á Hamraborg eru umleið 890.000 fiskar við einari miðalvekt á stívliga 2,1 kilo, og á Svarthamar eru umleið 1,1 miljón fiskar við einari miðalvekt á sløk 0,8 kilo.

- Tað er trupult at meta um avleiðingarnar av sjúkuni beint í løtuni, men sjúkan fer helst at minka um sláturtølini í 2022 og 2023.

Tað sigur íslendska alifelagið í einari frágreiðing.

- Vit halda fram við at greina støðuna og fara at venda aftur við fleiri upplýsingum, tá vit vita meira, siga tey á Ice Fish Farm.