ILA staðfest hjá Mowi í Noregi

Tað hendir javnan, at norska alivinnan dregist við ILA-smittu, og herfyri hoyrdu vit eisini, at ILA hevði rakt alibrúk í Íslandi.

iLaks veit at siga, at ILA nú er staðfest á alistøðini hjá Mowi, Blomsøråsa í Alstahaug kommunu, har norðuri í landinum.

 

Tað var hin 30. mai, at Mowi boðaði frá, at illgruni var um ILA í alibrúkinum. 

 

Dagin eftir tók norska Matvørueftirlitið royndir av fiski í alibrúkinum, og eftir kanningar á Djóralæknastovninum varð staðfest, at talan er um ILA.

 

iLaks veit at siga, at vegna vandan fyri útbreiðslu av smittu eru avmarkingar settar alibrúkinum, har fiskur bert kann flytast úr økinum við serligum loyvi.

 

Allur fiskur í nevnda alibrúki hjá Mowi skal takast. 

 

- Teir eru longu byrjaðir at taka fisk í alibrúkinum, og byrjað er í ringum, har ávíst er, at ILA-smittaður fiskur gongur, skrivar heimasíðan.