ILA staðfest í aling í Hammerfest

Tað er ein alistøð hjá Grieg Seafood Finnmark, sum er rakt av ILA, og nú skulu ringarnir tømast.

 

 

Norska Matvørueftirlitið váttar nú, at ILA-smitta er staðfest í laksi hjá alifyritøkuni Grieg Seafood Finnmark í Hammerfest kommunu.

 

iLaks skrivar í dag, at tað var hin 5. mai, at Matvørueftirlitið eftir tilráðing frá Pharmaq Analytic tók royndir á einari alistøð hjá felagnum, tí illgruni var um ILA.  

 

Hin 11. mai vístu úrslit av greiningum hjá Djóralæknastovninum í Noregi, at talan er um ILA.

 

Fyri at avmarka smittuspjaðing hevur alistøðin hjá Grieg Seafood Finnmark fingið forboð fyri at flyta fisk úr økinum uttan serligt loyvi.

 

iLaks veit eisini at siga, at Matvørueftirlitið fer at áleggja alifyritøkuni at tøma ringarnar við fiski, sum er fongdur við ILA.