ILA virus staðfest hjá Bakkafrost

Illgrunin um sjúkuelvandi ILA virus á aliøki A-73 Hvannasund Norður er nú staðfestur. Aliøkið A-73 Hvannasund Norður hevur verið undir herdum eftirliti síðan juli 2016, tá ið ein vanlig eftirlitskanning hevði við sær illgruna um, at fiskurin var fongdur við sjúkuelvandi ILA virus. 

 

Í mars 2017 avgjørdi Bakkafrost at taka fiskin, ið eftir var á aliøkinum A-73 Hvannasund Norður. Økta tøkan verður væntandi liðug miðskeiðis í apríl 2017, og Bakkafrost væntar framvegis, at tøkunøgdin í 2017 verður 53.500 tons í kruvdari vekt.

 

Staðfestingin av sjúkuelvandi ILA virus á aliøki A-73 Hvannasund Norður ber í sær, at hvíldartíðin verður í stytsta lagi 6 mánaðir fyri aliøkið A-73 Hvannasund Norður, eftir at aliøkið er tómt fyri fisk