Hóast tað ikki hoyrist á framúrskarandi føroyska máli hennara, hevur 22 ára gamla Ester Ilda Veiga Monteiro, ella Ilda Lómstein, sum hon í dag nevnist, bert búð í Føroyum í tvey ár. Eksotiski oyggjabólkurin Kap Verde á afrikansku vesturstrondini er upprunaliga heim hennara, men í 2003 valdi hon at skifta heim sítt vestanfyri Senegal út við kaldaru breiddarstigini í Norðuratlantshavi.
Logos II
Eftir lokið studentsprógv og eitt ár á universtitetinum á Kap Verde, har hon las enskt mál, fór Ilda sum 18 ára gomul umborð á trúboðaraskipið Logos II, og í juni í 2001 vitjaði skipið í Føroyum. Ilda var umborð, og hon greiðir frá, at hon var bergtikin av smáu oyggjunum í Norðuratlantshavi.
- Vit høvdu verið ein langan og keðiligan túr kring Evropa. Áhugin fyri skipinum var lítil, og móttøkurnar vóru kaldar. Men so komu vit til Føroya, og eg upplivdi á fyrsta sinni so blíðar og heitar evropearar. Ja, tað var næstan sum at vera aftur í Afrika, greiðir Ilda flennandi frá.
22 ára gamla Ilda sigur, at hon beinanvegin gjørdist tilvitað um líkleikan millum oyggjabólkarnar báðar Kap Verde og Føroyar. Hon sigur, at Føroyar á ein ella annan hátt skiltu seg frá evropeisku londunum, hon hevði upplivað tíðina frammanundan.
- Føroyar og føroyingar mintu meg í ein mun um afrikanska heim mítt. Bæði Føroyar og Kap Verde eru isoleraðir oyggjabólkar, og møguliga skapar hetta ein líkleika millum fólkasløgini. Lyndið, eg upplivdi í Føroyum, var ikki fremmant fyri mær, minnist Ilda aftur.
Og áðrenn undirritaði fær tíð at spyrja, fer smílandi og fyrikomandi afrikanska kvinnan at greiða frá hendingini, tá hon á fyrsta sinni hitti komandi mann sín. Hendingin, sum gjørdi, at Føroyar gjørdust hennara nýggja heim.
Hon arbeiddi sum servitrisa á kafeteriuni umborð á skipinum, og eitt kvøldið var kafeterian hjá Ildu fylt við tónum frá føroyskum tónleikarum. Millum tónleik-ararnar sat ein bassistur við navninum Rúni Lómstein.
- Hetta var fyrstu ferð, eg hitti Rúna, og tá skipið fór úr Føroyum aftur, hildu vit sambandið við líka gjøgnum telefon og teldupost. Hann kom at vitja meg seinni um heystið í London, síðani hittust vit bæði í Týsklandi og Portugal, og á sumri í 2003 giftust vit á Kap Verde, greiðir Ilda frá.
Eftir brúdleypið á Kap Verde fluttu tey bæði til Føroya, og hon sigur, at fyribils ætla tey sær at vera verandi í Føroyum. Maðurin gongur á læraraskúla í Havn og fær eftir ætlan prógv um tvey ár, og sjálv hevur hon fast starv í svimjihøllini í Tórshavn.
Í næsta mánaða fer Ilda undir fjarlestur í enskum máli á universitetinum í London, og við tað at hon hevur fingið góðskrivað eitt ár frá universitetinum í heimlandinum, kann hon halda fram á øðrum ári sum fjarlesandi á London University. Tey hava keypt sær eini lítil hús í Kollafirði, og í frítíðini verður partur av tíðini nýttur í Lívdini, nýggju brøðrasamkomuni í Tórshavn.
- Sum fremmand hevur Lívdin havt stóran týdning fyri mítt sosiala lív í Føroyum, slær Ilda fast.
Sløvir myndugleikar
Komin til Føroya fór Ilda saman við manninum í holt við gongdina at ogna sær neyðugu pappírini. Men at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi var lættari sagt enn gjørt. Ilda minnist aftur, at ein stórur partur av árinum fór við einum drúgvum stríði við myndugleikarnar.
- Stóri trupulleikin var, at vit alt ov ofta fingu ymsar upplýsingar frá ymsum instansum í almennu fyrisitingini. Løgreglan segði okkurt, Løgmálaráðið segði okkurt annað, danska Útlendingastýrið segði okkurt triðja, og tí vóru vit heilt ørkymlað, minnist Ilda aftur. Hon leggur afturat, at við dyggari hjálp frá løgfrøðinginum Lindu Hesselberg eydnaðist teimum at fáa neyðugu pappírini. Men stóra løtan á Útlendingastýrinum í Danmark minnist Ilda aftur við einum smíli á varrunum.
- Eg gav teimum mítt pass, og við sínum kúlupenni skrivaði ein ella onnur tilvildarlig kona orðini "+ Faroe Islands" afturat mínum afrikanska nationaliteti. Tað var á ein ella annan hátt so komiskt, at tvey orð við einum kúlupenni í passið var tað einasta, sum kravdist, eftir eitt so langt stríð hjá okkum. Ein forloysandi hending, sigur Ilda flennandi.
Men hon metir ikki, at føroysku og donsku myndugleikarnir tilvitað seinka um gongdina at veita útlendingum arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Hinvegin metir hon, at alt økið tykist vera ógreitt fyri myndugleikarnar sjálvar, sum tískil ikki eru nóg dugnaligir at syrgja fyri eini smidligari avgreiðslu.
- Eg havi varhugan av, at tey, sum vara av útlendingaøkinum í almennu fyrisitingini, royna at gera sítt besta, men tey vita snøgt sagt ikki, hvussu tey skulu bera seg at, og hetta var og er orsøkin til strævnu bíðitíðina hjá fleiri útlendingum í Føroyum. Eg vil als ikki leggja nakran undir at vilja okkum nakað ringt. Tað ræður bert um at hækka tænastuna, slær Ilda fast.
Vandamikið fólkaræði
Í umleið 500 ár hevur heimlandið hjá Ildu, Kap Verde oyggjarnar, verið portugisiskt hjáland, men í 1975 var veitsla á oynni, tá Kap Verde vann sær fullveldi og gjørdi enda á sínum leikluti sum koloni hjá stórveldinum Portugal.
Frá 1975 til 1990 var talan um einflokkaskipan uttan fólkaræði á Kap Verde. Sami forsetin sat øll fimtan árini, og somu ein-staklingar stýrdu landinum. Fólksins krav um fólkaræði herdist, og trýstið á stjórnina vaks alsamt. Í 1990 kom gjøgnumbrotið, tá fólkaræði á fyrsta sinni var praktisera, og í eygunum á umheiminum var hetta ein gleðilig og stór hending fyri vesturafrikanska oyggjasamfelagið. Men sambært Ildu hevði fólkaræðið á Kap Verde eisini skaðiligar avleiðingar.
- Vit vóru øll glað fyri demo-kratiið, men vit gjørdust skjótt tilvitað um, at avleiðingarnar av nýggju skipanini als ikki bert vóru góðar. Skjótt herjaði kaos í landinum, og sæð í bakspeglin-um var tjóðin ikki búgvin til demokrati. Broytingarnar frá at vera hjáland til fámannaveldi og síðani til ein demokratiskan stat vóru helst ov stórar, greiðir Ilda frá, áðrenn hon heldur fram.
- Teir, sum komu til valdið, tá demokratiið varð sett í gildi, endavendu allan okkara samleika. Tjóðsangurin og flaggið vórðu avtikin, búskaparpolitikkurin og skúlaskipanin vórðu kollvelt, og skjótt herjaði anarki í landinum. Allir útlendingar sluppu t.d. undan at gjalda skatt, og teir settu seg skjótt á stóran part av ognunum hjá Kap Verde, uttan at vinningurin kom fólkinum til góðar. Gjøgnum nítiárini øktist munurin millum rík og fátøk, og korruptiónin blómaði, greiðir Ilda frá.
Í eini roynd at stabilisera tjóðina var úrslitið á óskilinum, at gamli forsetin, sum tók við í 1975, aftur kom til valdið í 2001. Hesaferð tó undir demokratiskum fortreytum, og sambært Ildu gongur nú aftur rætta vegin hjá heimlandi hennara.
- Høvuðstrupulleikin á Kap Verde er fátækradømi, kriminalitetur og korruptión. Sjálv eri eg uppvaksin í eini familju, har breyð kom á borðið hvønn dag, og har vit høvdu nóg mikið, uttan at vit á nakran hátt vóru rík. Men alt ov stórur partur av íbúgvunum liva í trongum korum, sigur Ilda.
Ilda greiðir frá, at høvuðsvinnur landsins eru fiskivinna og landbúnaður. Høvuðsútflutningurin eru bananir, kaffi, salt og tunfiskur, og orsakað av eksotisku umstøðunum á oyggjunum er ferðavinnan eisini í vøkstri, sigur Ilda.
Stoltur afrikanari
Hóast hon sjálvsagt saknar heim sítt, eru Føroyar fyribils vorðnar heim hennara, og hon sigur, at hon er endaleysa takksom fyri móttøkuna í Føroyum. Spurd, um alt veruliga hevur verið ein dansur á rósum, og um hon ikki hevur merkt nakað til mentanarligar samanstoytir, mótgongd og rasismu, yppir Ilda øksl.
- Tað ljóðar kanska býtt at siga, at tilveran í Føroyum hevur verið ein dansur á rósum, men eg havi veruliga torført við at finna viðurskifti við føroyska samfelagnum, sum hava volt mær trupulleikar. Tvørturímóti eri eg fyri fyrstu ferð nakrantíð vorðin stolt av at vera afrikanari. Undirlutakenslan, sum ein borgari úr triðja heiminum hevur, hvarv fyri fyrstu ferð, tá eg upplivdi eina heita og hjartaliga móttøku í Føroyum, sigur vesturafrikanska Ilda Lómstein at enda.