Ildefons Lima: HB spældi sum vit væntaðu

Metmaðurin hjá Andorra stórfegnast um loksins at hava vunnið á einum føroyskum liði

Ildefons Lima í dystinum móti HB ígjár (Mynd: Inter D´Escaldes)

Ildefons Lima í dystinum móti HB ígjár (Mynd: Inter D´Escaldes)

Meðan HB´arnir sleikja sárini eru spælararnir hjá Inter D´Escaldes úr Andorra so smátt við at fáa armarnar niður aftur aftaná teirra søguliga 1-0 sigur á HB í hálvfinaluni í undanundankappingini til Champions League ígjár.

 

Talan er um fyrsta sigurin hjá einum andorianskum liði á einum føroyskum liði nakrantíð. Í landsliðshøpi er talan um tríggjar føroyskar sigrar og tveir javnleikir, og í 2013 megnaði EB/Streymur 5-1 heima og 2-2 úti móti táverandi andorianska meistaraliðnum, Lusitans. 

 

Kendasti spælarin hjá Inter D´Escaldes er 41 ára gamli Ildefons Lima sum kom inn móti dystarenda. Ildefons Lima hevur spælt heilar 129 landsdystir fyri Andorra síðani 1997. Eingin landsliðsspælari hevur áður spælt landsdystir gjøgnum 24 ár.

 

Ildefons Lima hevur ongantíð áður vunnið á einum føroyskum liði, men tann dreymurin gjørdist veruleiki tá HB snávaði á uttanveltaði vøllinum í Albania ígjár. 

 

Í stuttari viðmerking til in.fo sigur Ildefons Lima, at HB spældi júst sum hann og liðfelagarnir væntaðu, og tí var tað ikki so trupult hjá Inter D´Escaldes at knógva HB tá samanum kom. Ildefons Lima sigur, at Inter D´Escaldes stríddist sum ein eind, og tað bar teimum sigurin heim.

 

Ildefons Lima sigur, at fyri fleiri av spælarunum hjá Inter D´Escaldes er talan um fyrsta sigurin í evropeiskum felagsfótbólti, og tí hevur sigurin á HB sera stóran týdning. Talan er um eitt megnar avrik fyri eitt lið úr Andorra. 

 

Ildefons Lima ásannar, at tað verður torført hjá Inter D´Escaldes at sigra á kosovanska liðnum, Prishtina í finaluni fríggjadagin, men sum hann slær fast, so trúgva hann og liðfelagarnir uppá, at teir kunnu gera enn ein vørr. 

 

HB skal spæla í Europa Conference League í seinnu helvt av juli. Tað skal Inter D´Escaldes eisini um teir tapa fyri Prishtina fríggjadagin. 

 

 

 

Ildefons Lima í dystinum móti HB ígjár (Mynd: Inter D´Escaldes)

Ildefons Lima í dystinum móti HB ígjár (Mynd: Inter D´Escaldes)