Illa sperdur skúladrongur

? Hóast ein fittur partur av bókini er merktur av lágfloygdari gerandisrealismu, og hóast søgugongdin viðhvørt trillar í frígear, so er skaldsøgan hjá Lydiu Didriksen kortini áhugaverd. Styrkin er lýsingarnar av tí kroysta Høgna, sigur Jógvan Isaksen í ummæli av skaldsøguni hjá Lydiu Didriksen, Hvør vil eiga myrkrið

Jógvan Isaksen


Lydia Didriksen: Hvør vil eiga myrkrið. Myndir Janus Guttesen. Bókadeildin 1998, 112 s.

Karmurin um »Hvør vil eiga myrkrið« eftir Lydiu Didriksen er, at Høgni í havnargøtum møtir einum gomlum klassafelaga, og at hetta vekir minnir, sum rína við hann. Komin til hús spyr mamman, hvat ið er áfatt, men: »Hvussu skuldi eg nakrantíð kunna siga nøkrum frá tí ræðuliga, sum hendi tá fyri fleiri árum síðani?« Afturlítandi fær lesarin so søguna.

Pápin siglir úti og í næstan fimm ár hevur Høgni saman við mammuni búð í Århus, har hon fær sær útbúgving. Eini jól flyta tey heimaftur, og hann fer í skúla, ivaleyst í 3. flokk, men hetta verður ikki nevnt. Í fyrstani trívist Høgni, hóast hini flenna at honum, tí hann ikki altíð veit nær hann skal siga hann, hon ella tað um eitthvørt. Men av eini smáhending verður hann óklárur við teir báðar ráðandi dreingirnar í klassanum, og eftir tann dag er lítið lystiligt at ganga í skúla.


Harmur og tregi

Ein dagin, tá ið teir rógva fram undir at geva honum skyldina fyri ein deyðan kettling, kennir hann seg so kroystan, at hann nevnir navnið á einum øðrum drongi, sum í sínum lagi verður avsmurdur. Tað er ikki ein tilvildarligan drong, hann nevnir, men ein sum er líka so nógv uttan fyri felagsskapin sum hann sjálvur. Høgni skákar sær undan við at finna ein, hvørs støða er líka veik sum hansara, men gerðin hjá Høgna fær hann bara inn í eitt enn verri myrkur enn tað í titlinum. Aftan á ynskir hann, at tað var hann, sum varð avbukaður: »So hevði eg ikki havt hesa lemjandi kensluna av hatri til mín sjálvan. So hevði eg í staðin kunnað tikið synd í mær sjálvum, tí eg enn einaferð hevði verið offur fyri haturfuglarnar«. (Her verður orðið haturfuglur brúkt í skeivari merking. Ein haturfuglur er ikki ein, sum happar, men ein, sum verður happaður).

Lýsingarnar av tí kroysta Høgna eru frálíkar, hvussu hann ikki veit sær nakra leið úr trupulleikunum, og lesarin følir við honum, tá ið tilveran gerst hóttandi og oyðimarkarkend. Høvundurin veit greidliga, at eins og tann størsta gleðin hongur uppi í vón og væntan, so kennist tann størsti tregi, tá ið straffurin bíðar fyri framman.

Lærarnir tykjast mær lítið at sær komnir. Teir vita, hvussu til stendur, men gera sum minst fyri at fáa skil á. At Høgni sleppur burtur úr síni kroystu støðu, eiga teir ongan lut í, í staðin eru tað ein annar skúli og ein góður vinmaður sum í felag fáa teir røttu karmarnar til vega.


Børn og vaksin

Høgni fylgist nógv við abbanum, men sum øll børn vita og tilkomin kanska minnast, so er tað ikki altíð líka stuttligt at fara ørindir við vaksnum, sum hendan beinrakna myndin sigur frá: »Tað tók altíð drúgva tíð, tí abbi kendi so nógv fólk, sum hann noyddist at práta við á vegnum. Tað kundi gott vera troyttandi at standa undir liðini á honum og bíða. Men hevði hann staðið serliga leingi og tosað við onkran, keypti hann mær ofta okkurt góðgæti aftaná«.

Ein onnur fín orðing er, har Høgni spyr, hví mamman spyr, hvussu tað gongur í skúlanum: »Nei, eg spyrji bara! Um eg ikki spyrji, fái eg einki at vita, og hóast eg spyrji, so fái eg heldur einki at vita!« Flestu foreldur eiga at kunna taka undir við mammu Høgna.


Konkret-ókonkret

Eitt vanligt fyribrigdi í føroyskum barna- og ungdómsbókmentum er, at tær eru konkretar og ókonkretar um somu tíð. Lutir, fyribrigdi og hendingar verða nevnd, men fáa stak sjáldan nakra dýpd. Tað sama ger seg galdandi í »Hvør vil eiga myrkrið«. Lesarin fær til dømis ongantíð at vita, hvørjum flokki Høgni gongur í, hvørki tá ið hann akkurát er afturkomin til Føroya ella seinni undir frásøgutíðini.

Á einum av teimum fyrstu síðunum hevur hann ikki minst til at keypa fyri mammuna, men hvat tað er, hann hevur gloymt at keypt, verður ikki nevnt. Somuleiðis hava Høgni og vinmaðurin lænt ein videofilm, sum teir hava roynt eftir í fleiri vikur. Filmurin verður kallaður »megafeitur«, og tað er »ótrúligt«, at tað er lukkast at fáa hendur á honum. Kortini verður tað aldrin borið upp á tungu, hvør hesin einastandandi filmurin er!

Børn hava lyndi til at brúka orðið gott í staðin fyri væl, - smakkar gott o.s.fr. - meðan høvundurin ella rættlesarin í hesum føri er farin hinvegin. Dømi eru, har mamman sigur, hvat ið tey skulu hava til døgurða: »Stokt flak, ljóðar tað ikki væl?«, og sama kvøldið, tá ið Høgni sigur seg vilja vera heima: »Tað ljóðar væl!« Hví »gott« skal kroystast burtur á øllum økjum, veit eg ikki, men úrslitið gerst brongl av hesum slagi. Tað næsta verður, at tú skalt siga teg hava tað væl og ikki ynskja fólki gott val, men væl val.


Vínreyðar snípur

Bókadeild Føroya Lærarafelags fór seinasta ár undir eina nýggja røð av bókum nevndar Snípurnar. Hesar verða flokkaðar í trimum litum eftir hvørjum aldursbólki, tær eru ætlaðar, og í hvørjum liti eru síðani trý torleikastig. »Hvør vil eiga myrkrið« eftir Lydiu Didriksen hoyrir upp í hesa røð og verður bólkað sum »7. flokkur og eldri« og »Torfør«. Hetta fái eg als ikki at sampakka við innihaldið, sum eg vildi mett at hóska til kanska 5. flokk. Onkursvegna draga innihald og móttakarabólkur ikki somu línu.

Hendingarnar fara í høvuðsheitum fram, tá ið Høgni gongur í einum av teimum yngru flokkunum, meðan frásøgnina eigur ein drongur í umleið 7. flokki. Tann málsliga legan fær lyndi til at flyta seg niðureftir til hendingaaldurin, hóast frásagnaraldurin er ein annar. Mitt í skaldsøguni kemur so vaksnamannamál fyri: »Tað var av allarfagrasta summarveðri. Ikki eitt skýggj sást á tí fagurbláa himmalinum, ikki eitt lot var, og sólin skein, sterk og klár«. Soleiðis málber ein 13 ára gamal drongur seg ikki.

Innan føroyska bókaheimin mangla vit teknarar, sum kunnu myndprýða serliga barna- og skúlabøkur. Eg fegnaðist tí, tá ið eg sá tekningarnar hjá Janusi Guttesen til undanfarnu bókina hjá Lydiu Didriksen »Stóri Tóri og lítla Lív« (Bókadeildin 1997). Her var ein, sum dugdi at gera lættar strikumyndir, ið hóskaðu til evnið. Janus Guttesen hevur eisini teknað til »Hvør vil eiga myrkrið«, men her haldi eg, at fleiri av myndunum eru í stirvnara lagi. Einstakar rigga bara væl, meðan tað annars tykist, sum um teknarin hevur arbeitt ov leingi við tekningunum, so at tað lætta er arbeitt burtur, uttan at størri dýpd er komin ístaðin.


Miskunnarloysi

Hóast ein fittur partur av »Hvør vil eiga myrkrið« er merktur av lágfloygdari gerandisrealismu, og hóast søgugongdin viðhvørt trillar í frígear, so er skaldsøgan hjá Lydiu Didriksen kortini áhugaverd. Styrkin er lýsingarnar av tí kroysta Høgna, hvussu hann uttan at vilja tað kemur í eina støðu, har hann eingi ráð sær. Høvundurin dugir ikki bara at liva seg inn í dreingin, men dugir eisini at fáa lesaran at seta seg í hansara støðu og føla seg forfjónaðan. Barnaheimurin kann vera eirindarleysur og dapur, einahelst, tá ið tú ikki heldur teg kunna fáa hjálp frá teimum vaksnu.