Illa við

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, gjørdist rættiliga illa við av tíðindunum í Degi og viku um, at SVF ætlar at samsenda við DR stóran part av senditíðini

Landsstýrismaðurin, Jógvan á Lakjuni hvakk við, tá hann í Degi og viku hoyrdi sjónvarpsstjóran, Mikkjal Helmsdal greiða frá avgerðini hjá leiðsluni um at samsenda við DR í vetur.
Við Útvarp Føroya sigur landsstýrismaðurin, at hann hevur ikki verið í samband við leiðsluna í Sjónvarpinum um ætlanina, og hann vónar, at hann fær høvið til at skifta orð við sjónvarpsstjórin um avgerðina.
Jógvan á Lakjuni er fullgreiðir yvir, at hann ikki hevur heimildir at blanda seg í redaktionellu viðurskiftini hjá SVF, men hann ynskir kortini at tosa nærri við sjónvarpsstjóran.
Í Útvarpi Føroya setti landsstýrismaðurin spurning við, um SVF ikki flytir redaktionellur ábyrgdina úr Føroyum til at Danmarkar at umsita.
Spurdur um útlitini fyri eini hægri játtan til SVF, svaraði Jógvan á Lakjuni, at tað fór at verða trupult at játta fleiri pengar til SVF.