Illgruni um hondbóltsdyst

EHF kannar dyst, har íslendskt felag varð burturdømt úr týðandi Challenge Cup-dysti í Rumenia.

Sunnudagin hittust mansliðini hjá íslendska Valur og rumenska Potaissa Turda í seinnu hálvfinaluni í EHF Challenge Cup. Valur vann fyrru hálvfinaluna við átta málum, men sunnudagin vann Potaissa Turda 32-23 og er harvið í finaluni.


Tað er soleiðis støðan er í løtuni, men enn eru ikki allar súðir syftar. Tað vóru nevniliga somikið nógvar illgrunasamar dómaraavgerðir í dystinum, at evropeiska hondbólssambandið, EHF, hevur valt at fara undir at kanna nærri um alt fór fram eftir bókini.


Dómarar í dystinum vóru Lukas Frieser og Radoslav Kavolic úr Kekkia. Teir høvdu eina ørgrynnu av løgnum avgerðum, sum gingu ímóti Vali, og tað er ikki ov nógv sagt, at hetta hevði beinleiðis ávirkan á úrslitið.


Tað er Valur sjálvt saman við evropeiska hondbóltsleikarafelagnum, EHPU, sum hevur valt at vísa EHF upptøkur av dystinum. EHF hevur hugt at sjónbondunum og sigur seg vera samt í, at dómaraavrikið er illgrunakent.


- Sambært upptøkum, vit hava sæð, og sambært upplýsingum, vit hava fingið frá eitt nú íslendsku starvsfeløgunum, er tað tíverri mangt, ið bendir á, at dysturin ikki varð rættvíst avgreiddur, sigur Michael Sahl Hansen, forseti í EHPU, við heimasíðuna hjá sambandinum.


JJ Rowland, samskiftisstjóri í EHF, sigur við TV2 Sport, at tað í kanningararbeiðnum skulu gerast avhoyringar av fólki hjá báðum liðunum, og at tað enn ikki ber til at siga, hvørjar avleiðingar tað fær, um kanningin staðfestir, at alt ikki fór rætt fram.


Omanfyri sæst sjónband av nøkrum av dómaraavgerðunum. Valur spælir í reyðum.