Illgruni um ILA í norskum alibrúki

Tað er ikki so sjáldan, at tú hoyrir um illgruna um ILA-sjúku í norskari alivinnu. Hetta hendir við jøvnum millumbilum. 

 

 

Í dag veit iLaks at siga, at illgruni er um ILA-sjúku í einum alibrúki hjá Alsaker í Flornes í Tysnes kommunu.

 

Tað var fiskaheilsutænastan, FoMAS, sum hin 21. mai gav Matvørueftirlitinum boð um, at tey hildu seg hava staðfest, at ILA-sjúkur fiskur var í alibrúkinum.

 

Hetta veit Matvørueftirlitið at siga í dag, og tað er iLaks, sum endurgevur eftirlitið.

 

Illgrunin byggir á úrslit frá skurðkanningum og sonevndari PCR-greining av fiski í alibrúkinum.

 

Sambært iLaks leggur Matvørueftirlitið ætlanir um at vitja alibrúkið so skjótt sum til ber, soleiðis at Djóralæknatænastan kann greina úrslitini.

 

Fyri at avmarka møguligan smittuvanda eru treytir í løtuni settar alibrúkinum, og millum hesar treytir er, at fiskur ikki kann flytast úr alibrúkinum uttan við serligum loyvi.

 

- Verður illgrunin um ILA staðfestur, kann Matvørueftirlitið áleggja alifelagnum at taka allan fiskin í alibrúkinum, veit iLaks at siga í dag.