Politiið í Havn tók klokkan fýra í morgun ein bilførara, tí illgruni var um, at hann koyrdi ávirkaður.
Klokkan sjey í morgun fór ein bilur út av vegnum í Hvalvík, og eisini í tí førinum hevði politiið illgruna um rúsdrekkakoyring.
Bilførarin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, tí tað verður altíð gjørt í slíkum førum. Hann hevði ilt fyri bringuni, og tað var helst av trygdarbeltinum.