Illgruni um tvey dráp í Grønlandi

Løgreglan í grønlendska býnum Aasiaat hevur tikið tvey fólk í sambandi við, at tey fólk vórðu funnin deyð í býnum gjáramorgunin.

Fyrst varð løgreglan boðsend til eitt sjálvmorð, og ein tíma seinni vóru aftur boð eftir løgregluni, tí fólk vóru farin til hendurs eina aðrastaðni í býnum. Tá løgreglan kom á staðið, fann hon ein vitleysan persón. Ein lækni varð boðsendur, og hann staðfesti, at viðkomandi var deyður.

Løgreglan í Aasiaat vil ikki gera fleiri viðmrkingar, men sigur, at tær báðar hendingarnar verða kannaðar sum tveir partar av sama máli, skrivar grønlendska kringvarpið KNR.