Illir amatørar

Klumma

Glaðir amatørar. Tað er hugtakið, sum vit vanliga hava fest á okkara ítróttafólk her í Føroyum. Ikki minst, tá ið vit tekna myndina av Dávidi móti Goliath. Júst sum vit gjørdu, tá ið italsku heimsmeistararnir vitjaðu á Tórsvølli. Og sum vit helst eisini gera, tá ið fronsku vara-ditto eisini koma at vitja seinni í ár.


Men hey. Her er nú okkurt, sum ikki ruggar heilt rætt kortini. Tí onkursvegna tykist strembanin eftir at vinna fyri ein og hvønn prís hava tikið fullkomuliga yvir innan ítróttina.


Í fótbóltinum stríddu B36 og KÍ sítt stríð fyri tveimum árum síðani. HB vann seg í fjør gjøgnum fútabann og hópkærur fram til eina fjórðingsfinalu, sum teir kortini taptu. Og tá starturin hjá Eysturoyingi ikki skikkaði sær heilt, sum teir vildu hava tað, varð hótt við at leggja bát og kappróður, tí manningin ikki fekk ta samkenslu, sum teir hildu seg hava uppiborið. Og í hondbóltinum vildu Kyndils-spælarar boykotta landsliðið, tí Kappingarnevndin ikki vildi akta tí, sum Kyndil kravdi.


Og vit sleppa ikki so. Nei, nú er aftur galið í heimligu fótbóltskappingini, har starnaða blekkið á Skála-penninum nú kann fáa avgerandi ávirkan á, hvussu gull og altjóða fótbóltsmilliónir skulu býtast, tá ið vit koma úr í oktober.


Aja. Tá var munur á ítróttafólkum okkara á Rhodos. Har vóru umstøðurnar nú ikki av teimum bestu, men hetta slapp nú ikki at spilla spælið kortini. Uttan at seta fram kærur av nøkrum slag, svumu, skutu og bardu tey seg til gull og æru.


Og tað er nú meira, enn sigast kann um fleiri av øðrum íðkarum okkara her á landi.


Amatørar? Jú, víst. Glaðir? ikki heilt. Kanska skuldi tað bara verið »illir amatørar«