Illvøkstur

   

Hergeir Nielsen
???????????????
Enn eina ferð síggja vit Jacob Vestergaaard planta eitt prógv í bløðunum.
Hesuferð verið eg lagdur undir at verja eina niðurgerð móti kommununum í Suðuroynni. Prógvið hjá ákæranum er eitt skjal, sum landsbókavørðurin hevur skrivað, og sum ákærin ger alment.
Skjalið havi eg ongantíð sæð, orðingarnar havi eg ongantíð lisið, og landsbókavørðin havi eg ongantíð havt nakað samband við um hetta mál.
Havi einans verið á einum felags fundi í Øravík, hagar tingmenn vóru bodnir, og har Jacob Vestergaard boðaði frá, at hann var ímóti at fremja málið um meginbókasavnið.
Nakrar orðingar hjá landsbókavørðinum verða nú gjørdar til mínar og sagt verður, at eg átti at átala henda ágang móti kommununum.
Til hetta er stutt at siga, at torført er at átala ein ágang, sum tú einki kennir til.
Orðingarnar hjá triðjapersóni eru mær ikki kunnugar. Tær eru mær óviðkomandi, og eg havi ongantíð sæð tær fyrr enn nú, tær standa á prenti í bløðunum.
Skuldsetingarnar eru tí at javnmeta við høpisleysu skuldsetingarnar móti lærararáðanum við miðnámsskúlan, sum Jacob Vestergaard segði hava samtykt at vera ímóti savninum.
Jacob Vestergaard man hava sæð ov nógvar bíligar kriminalfilmar, og setur seg ov lítið inn í veruligu viðurskiftini.
Hann plantar prógv her og har, og slotar síðani eftir møguleikum fyri at fella dóm upp á falskar fortreytir.
Nær hann gevst við hesum virksemi sínum er ikki gott at vita, men tað er við at gerast leiðiligt at svara fleiri álopum av hesum slag.