Illveðrið gjørdi um seg

Illveðrið í gjár gjørdi skaðar á bæði bilar og hús. Millum annað endaðu bæði ein lastbilur og ein bussur við síðuna av vegnum, og í Klaksvík fingu fleiri hús smáskaðar av nógva vindinum

Í gjáramorgunin var vindurin nógvur í Klaksvík. So mikið nógvur, at hann gjørdi skaða á fleiri hús. Av løgreglustøðini har verður sagt, at tey fingu fimm fráboðanir um skaðar orsaka av vindinum.
Beint fyri hálvgum níggju komu fyrstu fráboðanirnar, og eftir tað hevði sløkkiliðið nokk at tríva í. Fyrsta fráboðanin var, at ein takpláta loysnaði kring skorsteinin á læknahúsunum á Brekku. Trý korter til níggju bognaði ein stálskorsteinur á einum sethúsum á Heykavegi.
Klokkan hálvgum ellivu loysnaði takskeggið á einum sethúsum í Mylnutúni, og um døgurðatíð loysnaðu nakrar tekjur á Klaksvíksvegi. Síðani hasaði keðiliga veðrið av so nøkulunda, men klokkan hálvgum fimm kom seinasta fráboðanin til løgregluna í Klaksvík, tá ein veggpláta reiv seg leysa á einum sethúsum á Nýggjavegi.
– Eingin skaði stóðst sum so. Nakrar plátur høvdu hug at ríva seg leysan, men talan var bert um smáskaðar, verður sagt av løgreglustøðini í Klaksvík, tá vit biðja tey taka saman um skaðarnar eftir illveðrið í gjár.

Tekja loynsaði í Sandavági
Eisini aðrastaðni í landinum merktu tey ógvusliga vindin. Um middagsleitið í Sandavági loysnaði ein tekja á einum sethúsum. Hesum slapp Vága bjargingarfelag at taka sær av.
Í Kollfjarðardali fekk tekjan á Statoilstøðini nakað av skaða, so her fekk Kollafjarðar bjargingarfelag boð um at koma.

Bussur og lastbilur útav
Ikki bara vindurin var nógvur og gjørdi fortreð. Koyrilíkindini vóru eisini vánalig kring landið. Í ringu líkindunum fór ein bilur hjá Farmaleiðum út av vegnum oman fyri Norðskála. Hetta var beint fyri klokkan fýra.
Trý fólk vóru í bilinum, sum fór niðan av vegnum nakað niðan fyri rundkoyringina. Av teimum trimum varð ein kvinna flutt á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.
Og seinasta fráboðanin til løgregluna í gjár, var um ein annan stóran bil, sum var farin út av vegnum. Henda fráboðanin kom, tá klokkan var farin beint av seks. Hetta var um ein buss, sum feyk av vegnum omanfyri Kvívík. Hann stóð annars parkeraður við eina rætt, men vindurin tók stóra bussin og blásti hann niðan av vegnum.