Tað er sera nógvur vindur í dag um alt landið. Á Fámjinsvegnum er kolandi stormur, og stormur er eisini á Porkerishálsi. Ringa veðrið hevur fingið Strandferðsluna at avlýsa bussleiðinar í Suðuroynni, og tí koyrir eingin bussur fyribils.
Annars er hvassur vindur og sera vindhart í hvirlunum kring alt landið, og tískil eru koyrilíkindini ikki góð. Soleiðis sær út, sambært Landsverki:
- Klaksvík, Gerðabøur - kl. 11:55 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 28 m/s
- Syðradalur - kl. 11:55 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 28 m/s
- Gjáarskarð - kl. 11:49 Skrið, í hvirlunum upp til 32 m/s
- Kambsdalur - kl. 11:54 Skrið, í hvirlunum upp til 37 m/s
- Gøtueiði - kl. 12:00 Skrið, í hvirlunum upp til 27 m/s
- Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - kl. 12:00 Skrið, í hvirlunum upp til 34 m/s
- Streymnes - kl. 12:00 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 31 m/s
- Høgareyn - kl. 11:55 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 25 m/s
- Á Sandavágshálsi - kl. 12:00 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 26 m/s
- Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 11:55 Kolandi stormur, í hvirlunum upp til 37 m/s
- Kaldbaksbotnur - kl. 12:00 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 36 m/s
- Sandoy, á Brekkuni Stóru - kl. 11:55 Skrið, í hvirlunum upp til 27 m/s
- Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 11:49 Kolandi stormur, í hvirlunum upp til 40 m/s
- Porkerishálsur - kl. 11:55 Stormur, í hvirlunum upp til 35 m/s
Les annars um veðrið um vikuskiftið HER.