Tað var rættiligt illveður í norðara parti av Týsklandi og syðra parti av Svøríki sunnudagin.
Har suðuri í Svøríki legðist nógvur kavi. Harafturat var nógvur vindur, og fleiri bilar fóru út av vegunum, men mansskaði var eingin. Fleiri túsund hús mistu streymin, tí elleiðingar fóru í vindinum Bæði tok- og flogferðslan vórðu darvaðar av veðrinum. Eitt nú noyddist SAS at avlýsa fleiri ferðir.
Har norðuri í Týsklandi var so nógvur vindur, at fleiri bilar vórðu tiknir av vegunum, og fleiri elleiðingar fóru. Við Bad Kreuznach doyði eitt smábarn, og fýra onnur fólk fingu skaða í einari ferðsluvanlukku, sum stóðst av tí nógva vindinum. Løgreglan í Hamburg mátti 200 ferðir at hjálpa fólki, sum vóru komin illa fyri í illveðrinum, og fleiri ferjur avlýstu siglignina.