Í gjár herjaði melduródnin Damrey í Vietnam. Myndugleikarnir høvdu flutt umleið 300.000 fólk burtur frá strondini, áðrenn ódnin kom í land, men hermenn fingu boð um at halda eygað við byrgingunum, sum skuldu forða fyri flóðaldum. Men vónirnar vóru ikki tær bestu, tí byrgingarnar er ikki ætlaðar til so ringt veður.
Damrey herjaði mánadagin kinesisku oynna Hainan. Har høvdu myndugleikarnir flutt 200.000 fólk undan ódnini, men kortini kravdi hon níggju mánnalív. Kinesisku myndugleikarnir søgdu í gjár, at stór øki á oynni stóðu undir í sjógvi, og at Damrey hevði gjørt skaða fyri einar sjey milliardir krónur.